HB væl umboðað á landsliðnum

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 23 spælarar til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn.




Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánamorgunin setti Lars Olsen, landsliðsvenjari, navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn.

Leygardagin 7. oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og týsdagin 10. oktober spælir føroyska landsliðið á útivølli ímóti Ungarn.




Fimm spælarar hava fingið landsliðsboð hesa ferð, sum ikki vóru við seinast, tá Føroyar spældu ímóti Portugal og Andorra.

Trygvi Askham avloysir Símun Rógva Hansen, sum er skaddur, meðan hinir fýra eru Sonni Ragnar Nattestad, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen og Hallur Hansson.





Allir, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:


Trygvi Askham, EB/Streymur
Róaldur Jakobsen, Patrik Johannesen og Odmar Færø, B36
Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Teitur M. Gestsson, Ári Mohr Jónsson og Jóhan Troest Davidsen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin og Klæmint A. Olsen, NSÍ
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍS)
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)
Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Jóan Símun Edmundsson, OB (DK)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)

Vit fegnast almikið um at okkara Teitur, Ári og Jóhan Troest hava fingið landsliðsboð. Eisini er hugaligt at síggja, at René Shaki, Gunnar Nielsen og Hallur Hansson eru við aftur, og ynskja vit øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.

Heimildari: fsf.fo