HB vælumboðað á A-landsliðnum

Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið almannakunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 leikarunum, ið eru úttiknir til komandi HM-undankappingardystirnar.

Báðir dystirnir verða leiktir á útivølli. Tann fyrri móti Írlandi fríggjakvøldið 7. juni og tann seinni móti Svøríki týskvøldið 11. juni.

Fyri okkum er tað stuttligt at staðfesta, at pláss er fyri sjey av okkara leikarum. Heini Vatnsdal er innkallaður fyri fyrstu ferð, og nú er aftur pláss til bæði Jóhan Troest Davidsen og Christian R. Mouritsen. 

Eisini er áhugavert at staðfesta, at báðir okkara ungu frálíku málverjar, Teitur M. Gestsson og Hans Jørgensen, hava fingið landsliðsboð. Harumframt kunnu vit so eisini fegnast um, at Gunnar Nielsen og Hallur Hansson eru fastir fúsir til teir fyrstu 11 hjá A-landsliðnum.

Í fyrsta dystinum móti Írlandi eru tó bæði Fróði og Hallur leikbannaðir, so helst sleppa vit at síggja Heina í maskinrúminum mitt á miðjuni.

Teir, ið eru úttiknir, eru hesir:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Silkeborg IF (DK)
Hans Jørgensen, HB
Teitur M. Gestsson, HB

Verjuleikarar:
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ÍS)
Jónhard Frederiksberg, NSÍ

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Heini Vatnsdal, HB
Atli Danielsen, KÍ
Súni Olsen, B36
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur

Framherjar:
Christian R. Mouritsen, HB
Símun Samuelsen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Páll Klettskarð, KÍ

Vit gleðast um stóru fjøldina av HB-leikarum á landsliðnum og ynskja okkara og øllum hinum úttiknu hjartaliga til lukku og bestu eyðnu við komandi landsdystunum.