HB væl umboðað á U17 hjá dreingjum og gentum

Gentur U17 skulu luttaka í EM-undankapping ið verður leikt í Danmark, meðan dreingirnir skulu luttaka í NM í Noregi.




Venjararnir hjá U17 gentulandsliðnum, Jón Pauli Olsen og Bára S. Klakkstein hava kunngjørt hvørjir leikarar skulu umboða Føroyar í EM-undankapping í Danmar í døgunum frá 3. til 10. august.



Vit kunnu fegnast um og vera sera stolt av at pláss er fyri trimum av okkara ungu og evnaríki leikarum. Milja R. Simonsen, Lív F. Arge og Annika Dam hava allar fingið landsliðsboð.



Tær, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:
Annika M. Arge, Hervør Olsen, Gudny Johannesen og Jancy Jacobsen,
Silja R. Róin, Elisabeth Vang og Guðrið Thomsen, B36
Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EB/Streymur
Annika Dam, Lív F. Arge og Milja R. Simonsen, HB
Hjørdis Rasmusdóttir, Arnborg Lervig, Sigrun T. Magnussen og Bjørt Holm, Víkingur
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71



Okkara U17 gentulandslið er endað í bólki saman við vertunum, Wales og Grikkalandi. Okkara fyrsti dystur verður 5. august móti Danmark. Næsti dystuirn verður 7. august móti Wales, og vit enda við at spæla móti Grikkalandi. Tann dystin spæla vit 10. august.



Vit ynskja øllum gentunum hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eyðnu við EM-undankappingini.

-



Samstundis hava venjararnir hjá U17 dreingjum, Áki Johansen og Poul F. Joensen, kunngjørt hvørjir skulu umboða okkum í NM kapping ið verður í Noregi í døgunum 5. til 11. august.



Her kunnu vit stórliga fegnast um at fýra HB-dreingir, Teit Jacobsen, Heri H. Mohr, Bartal Wardum og Jákup L. Thomsen, hava fingið landsliðsboð.



Sum liður í fyrireikingunum er liðið á venjingarlegu í døgunum 18. til og við 23. juli . Dreingirnir skulu møta í FSF húsinum hósdagin kl 10.00. Leikarinir skulu hava tað við, sum er vanligt til eina venjing.

Teir ið eru úttiknir eru hesi:
Teit Jacobsen, Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum og Jákup Ludvig Thomsen, HB
Betuel Hansen, Petur Knudsen, Meinhard Olsen, Michal Przybylski, Andrias Poulsen og Karstin Hansen, NSÍ
Pól Fláaberg, Jan á Högaryggi og Rói Olsen, EB/Streymur
Hjalti Strømsten, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen Mikkjal á Bergi,
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy



Kappingin fer fram í Hamar í Noregi og vit eru komin í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina.



Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 2. august og er heima aftur sunnukvøldið 11. august. Okkara fyrsti dystur verður í mánadagin 5. august.



Eisini her fegnast vit almikið og ynksj øllum leikarunum hjartalig til lukku við úttøkuni og bestu eyðnu við kappingini.