HB framvegis fremst í næstbestu deildini

1. deild menn: HB - FC Suðuroy 2-2 (1-0)


Akkurát sum hjá besta liðnum og hjá kvinnunum megnaði næstbesta lið okkara heldur ikki at fáa fult í hesum umfarinum. 


FC Suðuroy var á vitjan í Gundadali leygardagin, og tá alt var liðugt, kundu liðini fara av vølli við hvør sínum stigi.



Tróndur Jensen legði okkum annars framum í 20. minutti, og henda leiðslan helt sær allan hálvleikin út.



Fyrrverandi HB-áleyparin, Jón Krosslá Poulsen, javnaði, tá gott korter var eftir, og í roynd og veru gjørdi hann tað ljóta ímóti okkum, tí hann megnaði eisini at javna aftur djúpt inni í yvirtíðini, eftir at Jákup Slættalíð hevði lagt okkum framum aftur, tá tíggju minuttir vóru eftir at leika.



Við hesum var klárt hjá hinum liðunum í deildini at hála inná okkum aftur. Tað megnaðu tey ikki, tí B68 og Skála eisini leiktu javnleik. Tí liggja vit enn fremstir í næstbestu deildini.

Hagtølini

13. umfar, leygardagin 1. juni kl. 15.00 í Gundadali

HB - FC Suðuroy 2-2 (1-0)
1-0 Tróndur Jensen 20
1-1 Jón Krosslá Poulsen 71
2-1 Jákup Slættalíð 79
2-2 Jón Krosslá Poulsen 92

Liðið: Eli Nolsøe Leifsson - Sørin N. Samuelsen (liðsk.), Pál Mohr Joensen, Kári Nielsen, Tróndur Jensen, Johan Ejvind R. Mouritsen (Páll Holm Jacobsen 71), Kári Hvannastein (Bárður Mittelsen 46), Bartal Wardum, Magnus Egilsson (Jógvan Skeel Nolsøe 71), Bárður J. Heinesen og Jákup Slættalíð

Eyka: Sverri Mohr Mortensen
Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen