Sambært dystarsøgnini á nudlar.net var talan um sera sterkt mótstøðulið, men okkara høvdu tó onkrar møguleikar í dystinum. Samanumtikið gjørdist tó talan um ein greiðan sigur hjá norðmonnunum, sum skulu møta heimaliðnum úr Hjørring í finaluni. Hinvegin kann einki takast frá okkara. At vinna bronsu í so stórari altjóða fótbóltskapping er óføra flott. Tillukku við tí.
Hini bæði HB liðini fingu seg eisini roynd í kappingini. Talan var um fleiri spennandi dystir, hóast tølini í nøkrum førum kanska siga nakað annað. Alt í alt hevur talan verið um eina spennandi og mennandi kapping fyri okkara dreingir.
Okkara eru nú lidnir í kappingini, og nú fer ferðalagið so at hugna sær í sommerland o.a., til leiðin í annaðkvøld gongur heimaftur við Norrønu. Vit ynskja teimum eina góða heimferð.