HB einsamalt á odda í 1. deild

1. deild menn, 15. umfar: HB - B68 2-1 (1-1)

Vit hava sagt tað fyrr og vit siga tað aftur. Tað koyrir bara hjá næstbesta mansliði okkara. Menninir hjá Frankie og Símun vunnu leygardagin ein týdningarmiklan sigur í oddastríðnum, tá B68 var og vitjaði.


Úrslitið bendir á, at dysturin var javnur, og soleiðis eigur tað væl eisini at vera, tá fremstu liðni í deildini hittast.

Dávid R. Nolsøe legði okkum framum, tá 19 minuttir vóru leiktir. Fimm minuttir seinni fingu toftamenn javnvág í støðuna við máli frá Hákuni Edmundsson.

Okkara vildu tó ikki hava hetta liggjandi á sær, og stutt fyri dystarlok, fimm minuttir vóru eftir at leika, skoraði Pál Mohr Joensen tað, ið loksins bleiv sigursmálið.

Ein frálíkur sigur, ið enn einaferð staðfestir, at 1. deildarmenninir ikki standa langt aftanfyri besta lið okkara.

Vit fegnast og ynskja hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum. Vit liggja nú einsamallir á odda við 33 stigum, meðan B68 hevur 29 stig. Í hølunum á teimum koma nú grannarnir fyri sunnan, ið sanniliga eisini hava havt undanvind seinastu mongu umførini í 1. deild.


Hagtølini:

1. deild menn, 15. umfar: HB - B68 2-1 (1-1)
1-0 Dávid R. Nolsøe 19
1-1 Hákun Emundsson 24
2-1 Pál Mohr Joensen 85

Liðið: Hans Jørgensen - Bartal Wardum, Kári Nielsen, Tróndur Jensen (Jóannes Iversen 77), Dávid R. Nolsøe (Kári Hvannastein 67), Páll Holm Jacobsen, Pál Mohr Joensen (Tóri Rasmussen), Magnus Egilsson, Jákup Slættalíð, Bárður Mittelstein og Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Óbrúkur eykaleikari: Bárður S. Guttesen

Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen