Kvinnurnar byrjaðu við hattrikki og stórsigri

Kvinnur 1. deild, 1. umfar: HB
–B36 5-0 (2-0)

Sunnudagin
leiktu kvinnurnar hjá HB og B36 fyrsta dystin í landskappingini 2014

Fyri tveimum árum síðani var B36 liðið betri enn vit,
men í fjør hendi so tað, at HB fyri fyrstu ferð í nógv ár fór frammum á stigatalvuni
og vann bronsuna nøkur stig frammanfyri grannarnar.

Tað
var tí við spenningi, at farið var í Gundadal hesa góðveðursløtuna at vita, um
HB framvegis hevði munin.

Og HB-viðhaldsfólk fóru ikki misnøgd heimaftur.
Okkara lið var snøgt sagt nógv betri enn B36, og úrslitið 5-0 sigur bert hálvan
sannleikan, tí tað kundi eins væl verið tvífalt so nógv mál á muni.

HB kvinnurnar vassaðu í
møguleikum, men Vivian Spange Larsen í B36 málinum var framúr og bjargaði fleiri upplagdar møguleikar.

Hálvleikstøðan
var 2-0. Lív F Arge skeyt brotsspark til 1-0, og Milja R Simonsen skeyt ein
returbólt, sum hevði rakt stongina, upp í nettakið til 2-0.

Heidi
Sevdal hevði verið nær við fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, men í seinna
bragdaði. Fyrst breyt hon sær veg gjøgnum verjuna til 3-0, og síðan sendi hon
eitt flott langskot eftir jørð dygst úti við vinstru stong til 4-0. Hattrikkið varð við einum frálíkum langskoti, sum endaði uppi í sjálvum
trý-arinum.

Við hesum fingu kvinnurnar hjá Allan eina frálíka byrjan uppá kappingna. Hjartaliga til lukku og sera flott avrik.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Kvinnur 1. deild, 1. umfar sunnudagin 23. mars 2014 kl. 16:00 í Gundadali

HB –B36 5-0 (2-0)
1-0 Lív F. Arge 16’
2-0 Milja R. Simonsen 12’
3-0 Heidi Sevdal 49’
4-0 Heidi Sevdal 60’
5-0 Heidi Sevdal 63’

Liðið: Nina Davidsen – Anitha K. Mortsensen (Marjun
undir Kletti 51), Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal (liðsk.), Lív F. Arge, Elin
Maria Isaksen, Hildur Egilsdóttir (Edith Maria Samuelsen 70), Bjørt H.
Magnusen, Liljan av Fløtum Petersen, Sólrun Thomsen (Eilin S. Hansen 51) og
Rebekka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikari: Annika Dam

Á beinkinum: Allan Dybczak og Ríkin N. Djurhuus

Gult kort: Lív F. Arge

Dómari:
Jógvan S.
Heinesen
Hjálpardómarar: Fróði Jensen og Ragnar Joensen


Myndir: Rakul Hansen