Hans Jákup Annfinsson hevur í alt skorað 24 mál í 40 dystum fyri Havnar Bóltfelag í ár. Flestu minuttirnar og øll málini eru skoraði fyri okkara næstbesta liði og fyri U18.
Enn letur fyrsta málið á besta liðnum bíða eftir sær, men tað skal nokk koma, og higartil í ár hevur Hans Jákup fingið 78 minnutir í fimm dystum millum teir bestu.
Vit fegnast almikið um, at ein av okkara egnu heldur fram í felagnum og gleða okkum at síggja Hans Jákup í komandi tíðini.
Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir