Hans Jákup Annfinsson gjørt sáttmála


Ungi og frálíki framherjin sum hevur bitið seg fastan á næsta liðið hevur fyrr í dag gjørt sáttmála við barndómsfelagið.



18 ára gamliHans Jákup spældi sín fyrsta dyst á Effoliðnum tá hann fimm minuttir fyri leiklok kom inn í dystinum móti B36.



Higartil hevur Hans Jákup mest lekt fyri 1. deild og U18 menn og málfrekvensurin er góður tí hann skorðar sa í næstan øðrum hvørjum dysti.



Vit fegnast um at frálíki framherjin hevur gjørt sáttmála við barndómsfelagið og gleða okkum at síggja hann í komandi tíð.