Gunnar Mohr 50 ár

Í dag verður navnframi HBarin Gunnar Mohr 50 ár. Gunnar er kendur sum ein íðin HB viðhaldsmaður og stuðul og ikki minni sum ein sera vandamikil og kvikur áleypari á besta HB liðnum í 80- og 90-unum.


Gunnar spældi sín fyrsta dyst við 1. liði hjá HB tann 29. mai 1983 móti GÍ. Fyrsta málið á besta liðnum skoraði hann tann 11. september hetta sama árið móti júst GÍ. Gunnar spældi síðan á besta HB-liðnum øll árini frá 1983 til 1997, tá hann gavst við fótbólti á hægsti stigi. Sum 38 ára gamal tók hann tó gaggurnar framaftur í seinnu hálvu av 2001, tá tað stóð heldur illa til við 1. liðnum hjá okkum.

Hesi árini spældi Gunnar tilsamans 279 dystir fyri HB og skoraði ikki færri enn 145 mál. Gunnar er sostatt næstmest skorandi HBari higartil. Tað sum serliga eyðkendi Gunnar sum spælara var hansara kvikleiki. Slapp hann avstað við bóltinum, var hann ringur at steðga, og frammanfyri málinum var hann rættuliga tryggur.

Gunnar hevur eisini roynst felagnum væl sum venjari hjá yngru dreingjunum í fleiri ár. Tað er tó ikki bara á vøllinum, at Gunnar hevur tikið tøk fyri HB. Hann hevur sitið sum formaður í HB í tvær setur á trý ár og hevur harumframt staðið fyri ymiskum stuðulstiltøkum til frama fyri felagið. Gunnar var eisini ein av høvuðsfyriskiparunum av sera væleyðnaðu og minniligu 100 ára veitsluni hjá HB, sum varð hildin í høllini á Nabb við 1.000 gestum í oktober 2004.

Líka trúgvur sum Gunnar er mótvegis HB, líka so trúgvur hevur hann verið mótvegis sínum arbeiðsgevara. Longu sum ungur byrjaði hann at starvast á goymsluni hjá PM Heilsølu, og harfrá hevur hann arbeitt seg upp til í dag at vera stjóri í fyritøkuni.

Vit í HB vilja við hesum orðum ynskja Gunnari hjartaliga tillukku við degnum.