Greiður sigur á Argjum

Effodeildin, 7. umfar: AB – HB 0-3 (0-1)


Burtursæð frá nøkrum fáum minuttum rundanum hálvleikin har AB veruliga royndi at koma inn í dystin, høvdu vit gott tak á vertunum og vunnu samanumtikið ein greiðan og sannførandi sigur.




Veðrið var fínt og passaliga vætan í luftini gjørdi, at vøllurin var super at spæla á. Hetta kom væl við hjá okkum, og til tíðir spældu vit eisini góðan fótbólt.



Hjá AB eru fleiri lyklaleikarar úti við skaða, og serliga í fyrra hálvleiki hekk spælið ikki saman, og møguleikin teir fingu móti endanum av hávleikinum kom eisini eftir deyðbóltstøðu. Teitur, sum stóð stinnur, bjargaði tó væl.



Dagsins maður, Fróði Benjaminsen, legði okkum framum tá tjúgu minuttir vóru leiktir. Eftir eitt horna fær Andrew bóltin. Hann sendur eitt gott skot á tvørstongina. Bólturin verður sendur retur innfyri, og har er Fróði hægstur og skallar í málið.



Beint áðrenn var um reppið at Karstin Højgaard kom ímillum Teit og Rógva, aftur var Teitur klárur og bjargaði.



Vit koyrdu á við góðum og tolnum spæli, har leitað var eftir at glopp skuldi finnast í AB-verjupartinum. Tey funnu vit ikki nógv av í fyrra hálvleiki, tí vertirnir stóðu væl á vøllinum og vardu sera væl.



Beint eftir byrjan av seinna hálvleiki spenti AB álopsbogan, sum tikið verður til. Fyrst royndi Kári Nielsen seg við langskoti, sum tó fór nakað yvir málið.



Løtu seinni kom Bárður Olsen í góða støðu, men Teitur helt okkum á sigurskós við at bjarga sera væl. Tíbetur vóru vertirnir ikki nóg neyvir, tí retururin varð sendur langt yvir málið. Bara tveir minuttir seinni kom Jobin Drangastein í sera góða støðu í vinstru síðu, men heldur ikki hann hevði ís í búkinum og sendi bóltin yvir málið. Hesir brendu møguleikarnir komu at kosta dýrt.



Lítla løtu seinni vóru vit frammanfyri við tveimum. Tá tíggu minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, setir Kristin beinið fyri, tá Kári Nielsen skal skjóta bóltin burtur. Hepnið er við okkum, og úr sera spískum verður bóltin avrættaður í stongina og í mál.



Nú var sloppið og vertirnir høvdu ikki meira at bjóða uppá, og hóast teir royndu at flyta liðið upp og leggja trýst á, vóru vit ov stinnir og vardu væl fyri.



Fróði, Krisin og Jógvan Rói royndu seg til fánýtis, eins og Magnus Egilsson hjá AB eisini royndi seg við góðum skoti. Símun Samuelsen, sum kom inn í seinna hálvleiki, mundi skorað, tá hann sendi eitt sera gott skot móti málinum hjá AB. Tíverri fór skotið beint yvir trýkanstsamankomingina.



Tróndur Jensen og Levi Hanssen komu eisini inn, og báðir kláraðu seg sera væl. Tróndur setti punkum við góða sigurin, tá hann fekk eina góða sending frá Kristin. Eftir at medda til nakrar ferðir sendi hann bóltin í netið uttan møguleika hjá Heðini Stenberg at verja fyri.



Ein góður sigur og trý stig eru sett á kontoina. Hetta var mett at blíva ein torfør uppgáva, og næsti dystur á skránni móti B68 á Svangaskarði verður enn ein torfør uppgáva.



Vit fegnast og ynskja hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum.




Koyr á, HB!




HAGTØLINI



Effodeildin, 7. umfar sunnudagin 4. mai 2014 kl. 15:00 Blue Water Arena



AB – HB 0-3 (0-1)
0-1 Fróði Benjaminsen 20’
0-2 Kristin R. Mouritsen 55’
0-3 Tróndur Jensen 93’



Liðið:
 Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen, René Shaki Joensen (Tróndur Jensen 84), Fróði Benjaminsen (liðsk.), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen (Levi Hanssen 73), Andrew av Fløtum (Símun Samuelsen 62)



Óbrúktir eykaleikarar:
Thomas Knudsen og Bartal Wardum



Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclasen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Fróði Benjaminsen



Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen og Jan Gardar
4. dómari: Jan Hermansen


Myndir: Rakul Hansen