Grannarnir taka ímóti 2. hvítusunnudag

Undan 10. umfari í Effodeildini: B36 - HB

Onnur grannauppgerðin í Gundadal er á skránni 2. hvítusunnudag, tá B36 og HB bresta saman.


Vertirnir hava avgjørt ikki havt bestu byrjanina upp á ársins Effodeild, og úrtøkan higartil hevur bara verið ellivu stig. Nógvir skaðar hava ført við sær, at Mikkjal og Milan sjáldan hava fingið stillað við sterkasta liðnum.

Í fyrsta dysti okkara millum vóru allir mans tøkir, og tá fingu vit sjón fyri søgn um, at B36 hevur gott fólk og væl kundi bjóða okkum upp til dans. Tann dagin vóru vit hepnir og kundu fegnast um eina stigið.

Vit hava klárað okkum sera væl síðan fyrsta dystin, og tí liggja vit á einum greiðum fremsta plássi í Effodeildini. Tvørámenn, ið vóru á vitjan í síðstu viku, máttu eisini sanna, at hóast gott og ágangandi spæl var einki at gera.

Um vit ætla okkum nakað burturúr dystinum mánadagin, mugu vit vera klárir og ansa okkum serliga væl í verjupartinum.

Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin móti B36, og okkara partur uttanfyri leikvølli skal so ikki liggja eftir. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 10. umfari eru hesir:

1805 AB - ÍF
2005 B36 - HB
2005 NSÍ - Víkingur
2005 07 Vestur - EB/Streymur
2005 TB - KÍ