Grannarnir ov stinnir

U18 dreingir, 10. umfar: B36 - HB 4-2 (2-0)

Vælmannaða U18 dreingjaliðið hjá grannunum var ov stóru gloypibiti fyri okkara ungu menn og tá samanumkom vann B36 ein greiðan sigur á okkum.


Benjamin Heinesen legði bragdliga fyri við tveimum málum í fyrra hálvleiki. Bæði málini vóru skotin innanfyri fýra minuttir nakað fyri hálva tíman.

Hørður H. Johansen punkteraði dystin fyri okkara viðkomandi, tá hann tíggju minuttir inni í seinna hálvleiki økti til 3-0 og 4-0 tá eitt korter restaði í.

Teit Jacobsen royndi at fáa spenning í við tveimum málum móti dystarenda, men einki batti og tí mugu vit staðfesta at okkara unga U18 lið ikki kláraði at fylgja við grannunum.

Hóast keðiliga tapið, kunnu vit bara gleðast um, at nógv gott er í væntu tá hesir ungu menn verða eitt og tvey ár eldri.


HAGTØLINI:

U18 dreingir, 10. umfar. Mánadagin 24. juni 2013 Kl. 19.00 í Gundadali:

B36 - HB 4-2 (2-0)
1-0 Benjamin Heineesn 21
2-0 Benjamin Heinesen 24
3-0 Hørður H. Johansen 54
4-0 Hørður H. Johansen 75
4-1 Teit Jacosben 82
4-2 Teit Jacobsen 88

Liðið: Petur Thomsen - Tóri Rasmussen (liðsk.), Steintór Fagradal, Jón Áki Jacobsen, Elias Evensson, Símun N. Samuelsen, Teit Jacobsen, Hilmar Leon Jakobsen, Torkil Hentze, Niklas Fríði Jacobsen og Bartal Wardum

Eyka: Benjamin M. Midjord, Páll Eysturoy, Heri H. Mohr og Ragnar Rasmussen

Venjari: Frankie Jensen