Gott Europa League lutakast


Havnar Bóltfelag var í seedaða pottinum til lutakastið um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum til kvalifisering til Europa League. Tá lutakastið var av, var greitt, at vit hava fingu ÍBV av Vestmannaoyggjunum sum mótstøðulið.



Seinast ÍBV fekk føroyska mótstøðu í hesi kapping, blivu teir varpaðir út kappingini. Hetta bragdið stóðu grannarnir fyri sunnan fyri í 2005.



Fyrri dysturin hjá okkum verður leiktur á Hásteinsvøllinum á Vestmannaoyggjunum hósdagin 4. juli, meðan umvendi dysturin verður leiktur á Tórsvølli hósdagin 11. juli.



Íþróttabandalag Vestmannaeyja, ið er stovnað í 1903, endaði í fjør á einum triðja plássi í Pepsideildini, ið er besta deildin í Íslandi.

Í skrivandi stund, nú átta umfør eru leikt í Pepsideildini, liggur ÍBV á 5. plássi, sjey stig aftanfyri oddaliðið.

Áleyparar okkara mugu helst kýta seg fyri at skora mál, ella kanska ikki, tí millum stengurnar hava mótstøðumenn okkara í Europa League ongan annan enn fyrrverandi enska landsliðsmálverjan, David James. 

Eisini kunnu vit notera okkum, at Allan Mørkøre, ið hevur slitið nakrar gaggur í reyð/svarta búnanum, eisini hevur leikt 22 dystir fyri ÍBV í 1999 og 2000.



Sigrandi liðið skal leika móti FK Crvena Zvezda, ella Reyðu Stjørnu úr Beograd, sum vit betur kenna teir sum. FK Crvena Zvezda vann Europa Cup kappingina, sum í dag eitur Champions League, í 1991.