Góður sigur í Sørvági

Effodeildin, 14. umfar: 07 Vestur – HB 1-2 (1-1)


Tá Rúni Gaardbo loksins bríkslaði dystin av, kundu vit staðfesta, at vit hava vunnið okkara fyrsta dyst í juni. Hóast møguleikarnir vóru til fleiri, megnaðu vit ikki fyrr enn móti dystarenda at skora avgerandi málið.




Vit løgdu greitt betur út við ágangandi og nærgangandi spælið. Tíverri leggur undirlagið í Sørvági ikki upp til gott og skjótt smáspæl, men heldur má bólturin lyftast upp frá vøllinum fyri at fáa hann at koyra.



Vit komu framum, tá lítið korter var leikt. Christian sendur bróðurin, dagsins mann, Kristin R. Mouritsen avstað, og við einum turrum høggi leggur hann okkum framum. Fyri tað høvdu vit havt nakrar góðar støður, eins og Camara hjá 07 Vestur hevði roynt seg við góðum skoti.



Fram ímóti hálva tímanum høvdu Heini, Andrew og Christian roynt seg, og serliga uppspælið frá Símuni til Christian átti at útloyst okkara næsta mál. Ein vælleikandi Andras Gangó í málinum hjá 07 Vestur vildi tað tó øðrvísi.



Minuttin eftir hálva tíman varð stanton aftur. Hóast vágamenn, burtursæð frá Tór-Ingar Akselsen, ikki høvdu víst nakað serligt, gloymdi okkara verjipartur at ansa eftir Jovan Panic. Takkarlønin var eitt gott langskot av brotsteigarmarkinum. Teitur fekk ikki vart fyri, og so var alt líka aftur.



Vit vóru ikki heilt álvuligir við støðuna, og eins og í undanfarnu dystum okkara, fóru vit mest sum í sjálvsving og spælið hekk ikki saman. Vertirnir luktaðu blóð og løgdu nú meira fyri.



Tað gjørdu teir eisini í seinna hálvleiki, men tíbetur fyri okkum, minstu teir líkasum momentumið aftur og duttu nakað aftur á vøllin aftur.



Bárður J. Heinesen kom inn fyri Andrew, og Bárður Olsen kom inn fyri Jógvan Róa. Hetta gav Tehe Aristide og hinum í verjuni hjá 07 Vestur nakað av høvðubrýggi. Bárður er sera ágangandi áleypari, sum ikki heldur seg aftur.



Tá bara fimm minuttir eru eftir, fáa vit fríspark í vinstru síðu. Símun sendur innfyri, og inni undir málinum er júst Bárður J. Heinesen klárur og fær stútað bóltin í málið. Akkurát fyri og góður máti at stempla inn uppá.



Beint aftaná hetta mátti Heini fara av vøllinum eftir at hann og Kristin áhaldandi vórðu stútaðir, skumpaðir og sparkaðir niður av vertunum. Ikki tí, hetta var eingin harður dystur, men helst hevur Heini fingið ilt í ryggin. Fyri hann kom Pál Mohr Joensen á vøllin.



Luftin var nú farin úr ballónini hjá 07 Vestur, og vit koyrdu mest uppá tað tryggja, tó at skotini frá Símuni og Bárði Olsen í yvirtíðini á einum ørurm degi helst høvdu farið í málið.



Vit vunnu okkum trý góð og uppiborin stig, men løgið er tó at staðfesta, at 07 Vestur liggur niðast í Effodeildini. Men marginalarnir eru bara ikki við vágamonnum beint nú, og skulu teir aftur á slóðina, má okkurt avgerandi broytast.



Næsti dystur okkara, ið er seinasta uppgávan í fyrra helmingi av kappingini, verður í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti. Tann dysturin verður fríggjakvøldið 28. juni.



Tann uppgávan verður ikki minni torfør enn hendan, men vit gleða okkum at vitja frálíka vøllin og umstøðurnar annars í Gøtu.




KOYR Á, HB!!!






HAGTØLINI;


Effodeildin 14. Umfar: sunnudagin 23. juni 2013 kl. 15.00 á Dungasandi


07 Vestur – HB 1-2
0-1 Kristin R. Mouritsen 12
1-1 Jovan R. Panic 31
1-2 Bárður J. Heinesen 85

Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen (Bárður Olsen 69), Heini Vatsndal (Pál Mohr Joensen 85), Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Kristin R. Mouritsen - Símun Samuelsen,Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinsen 69), Christian R. Mouritsen

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Magnus Egilsson
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Gunnar Haraldsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen og Bárður J. Heinesen
Reytt kort: -
Dagsins maður: Kristin R. Mouritsen
Dómari: Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar:Johnleif Gerðisá og Dia Lamhauge
4. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen


Myndir: Rakul Hansen