Góður sigur í grannauppgerð

Kvinnur, 1. deild 2. umfar: HB –B36 4-2




Eftir ósigur í fyrsta umfari móti fleirfaldaðu meistarunum úr KÍ, komu okkara kvinnur á slóðina aftur í dag, tá B36 kom á vitjan.






Ikki tí, gestirnir løgdu bragdliga fyri og komu eisini framum longu í sætta minutti. Sarita Maria Mittfoss var eirindaleys, tá hon varð spæld í gjøgnum okkara verju.





Hetta var helst ikki eftir bókini. Okkara kvinnur fullu tó ikki í fátt, men komu fram til fleiri góðar møguleikar.





Beint fyri hálva tíman sendi Milja eitt gott langskot í málið, og stutta løtu fyri hálvleik stútaði Lea Hansen okkum framum til hálvleiksstøðuna 2-1 til okkum.





B36 vildi tó ikki hava hetta liggjandi á sær, og sjey minuttir eftir tímaslagið var Ásla Johannesen á røttum stað og javnaði fyri gestirnar.





Tá samanumkom megnaðu okkara kvinnur tó at venda gongdini og við enn einum máli frá Milju og dygst uppundir dystarenda frá Jónvu Hentze, sendu vit grannarnar innaftur í B36-húsið við einum greiðum 4-2 tapi.





So, ein góðkend byrjan frá okkara kvinnur, sum í næsta umfari spæla úti móti ÍF/Víkingi 3. apríl.




KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Kvinnur 1. deild, 2. umfar: 2. páskadag 28. mars 2016 kl. 17.00 í Gundadali



HB – B36 4-2 (2-1)

0-1 Sarita Maria Mittfoss 6’
1-1 Milja R. Simonsen 27’
2-1 Lea Hansen 44’
2-2 Ásla Johannesen 67’
3-2 Milja R. Simonsen 78’
4-2 Jónvá Hentze 90’



Liðið:
Annika Dam – Marjun undir Kletti (Elin Maria Isaksen 54), Milja R. Simonsen, Ása á Reynatúgvu (Poula Andreasen 66), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Lív F. Arge, Valgerð Andreasen, Rannvá Mortensen, Liljan av Fløtum Petersen (liðsk.) og Sólrun Thomsen (Ninna Hansen 72)



Óbrúktir eykaleikarar:
Anitha K. Mortensen og Eva Kristiansen



Gult kort:
Lív F. Arge



Venjarar:
Ríkin N. Djurhuus og Alexandre da Silva Braga



Dómari:
Andrew Christiansen
Hjálpardómarar: Oda Andreasen og Stephan Petursson