Góður sigur á ÍF

1. deild menn, 15. umfar: HB – ÍF 5-2

Næstbesta deildin byrjaði aftur um vikuskfitið, og okkara menn tóku móti ÍF í Gundadali. Samanumtikið vunnu vit ein greiðan sigur á botnproppinum í deildini.


 



Martin Dam legði okkum framum, tá trettan minuttir vóru spældir. Vit vóru tó ikki heilt fokuseraðir, og bara minuttin seinni javnaði Gunnar Christiansen fyri gestirnar.


 


Henda støðan helt sær fram móti hálva tímanum, men so kom eldur í. Fyrst skoraði Hjalti K. Djurhuus upp á brotsspark, og síðani økti Hans Jákup Annfinsson til 3-1.


 


Men aftur gloymdu vit at binda fyri, og beint á hálva tímanum minkaði Margeir Toftegaard um munin til hálvleiksstøðuna 3-2 til okkum.


 


Vit vóru tó klárt betur enn ÍF, og Martin Dam økti til 4-2, tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir at leika, eftir at hann var sendur avstað einsamallur móti málverjanum.


 


Í tíðini, sum varð løgd afturat, setti Hans Jákup punktum við sínum næsta og okkara fimta máli. Tí vunnu vit ein góðan og greiðan sigur á ÍF.



Koyr á, HB !!!!
 



HAGTØLINI


1. deild, 15. umfar: leygardagin 22. juli 2017 kl. 15.00 í Gundadali


HB – ÍF 5-2 (3-2)
1-0 Martin Dam 13’
1-1 Gunnar Christiansen 14’
2-1 Hjalti K. Djurhuus 25’ (br.)
3-1 Hans Jákup Annfinsson 29’
3-2 Margeir Toftegaard 30’
4-2 Martin Dam 72’
5-2 Hans Jákup Annfinsson 91’


Gult kort: Poul Thomas Dam, Jógvan Petersen og Hans Jákup Annfinsson


Liðið: Barti V. Mørk – Poul Thomas Dam (Jóhan Joensen 65), Jákup F. Hansen, Hjalti K. Djurhuus (liðsk.) (Jónas Joensen 75), Tór av Skarði, Jógvan Petersen, Martin Dam, Tóri Rasmussen, Hans Jákup Annfinsson, Aron Clementsen (Bjarni Brimnes 62) og Bárður Mittelstein


Óbrúktur eykaleikari: Roðar Heðinsson


Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Eilif Petersen


Dómari: Súni Fríði Johannsen
Hjálpardómarar: Dánjal Eli West og Marner F. Olsen