Góður sigur á grannunum

1. deild menn, 25. umfar: HB – B36 3-2

Við góðum men tøttum sigri á grannunum, hava okkara menn staðfest, at pílurin peikar rætta vegin hjá okkum. Samstundis sendu vit grannarnar niður í triðbestu deildina.






Hjalti K. Djurhuus legði fyri longu tá átta minuttir vóru leiktir og skoraði til 1-0. Helst gloymdu vit at fáa armarnar niður aftur, tí longu minuttin aftaná fekk Jákup á Borg javnvág í.





Átta minuttir fyri hálvleik komu vit framum aftur og hesuferð var Símun N. Samuelsen á rætta staðnum og skoraði.





Bara tríggjar minuttir inni í seinna hálvleiki var aftur stanton. Uni Holm Johannensen seti bóltin í netið, og so var alt opið aftur.





Men, vit megnaðu at fáa alt, og vit máli frá Hans Jákup Annfinsson, fimm minuttir eftir tímaslagið, staðfestu vit, at í næstbestu deildini eru vit omaná.





Grannarnir fingu einki og mugu nú tungu leiðina niður í 2. deild at venda eina løtu.




Koyr á, HB !!!!




HAGTØLINI




1. deild, 25. umfar: leygardagin 1. oktober 2017 kl. 15.00 Í Gundadali



HB – B36 3-2 (2-1)

1-0 Hjalti K. Djurhuus 8’
1-1 Jákup á Borg 9’
2-1 Símun N. Samuelsen 37’
2-2 Uni Holm Johannensen 48’
3-2 Hans Jákup Annfinsson 65’


Liðið: Mattias Lamhauge – Pætur Ejdesgaard, Hjalti K. Djurhuus (Jákup F. Hansen 67), Rói av Fløtum, Jákup Pauli Breckmann, Levi Hanssen, Martin Dam, Tóri Rasmussen, Hans Jákup Annfinsson (Tór av Skarði 71), Símun N. Samuelsen, Aron Clementsen og Bárður Mittelstein (liðsk.)



Óbrúktur eykaleikari:
Jógvan Petersen og Jónas Joensen



Venjari:
Andrew av Fløtum
Hjálparvenjari: Eilif Petersen



Dómari:
Bjarki Danielsen
Hjálpardómarar: Jógvan Breckmann og Rani A. Skaalum