Góður ólavsøkusigur

Effodeildin, 18. umfar: HB – ÍF 1-0


Okkara spældu ein fínan dyst, men hóast vit høvdu møguleikar til nógv mál afturat, so endaði tað við tí eina málinum, sum hóast alt var nóg mikið til at tryggja okkum trý stig í dag.




Fuglfirðingar komu við stórum sjálváliti í Gundadal í dag eftir avsmurningin, teir góvu klaksvíkingum síðsta sunnudag, men í dag vóru teir ikki serliga vandamiklir. Vit vóru omaná stóran part av dystinum, og longu aftaná umleið 15 minuttir fingu vit hol á, tá Ari Mohr Olsen í góðari støðu setti høvdið undir bóltin og stýrdi honum í málið hjá Eliasi Rasmussen.

Eftir hetta høvdu vit eitt hav av møguleikum, men tað tykist vera trupult hjá okkara monnum at taka seg saman og avslutta móti málinum. Tað bleiv trillað og trillað, men alt ov sjálvdan endaði tað við eini roynd móti málinum hjá væl upplagda Eliasi Rasmussen. Eg havi noterað tvær ordiligar royndir frá ÍF móti HB-málinum. Tað var í 52. minutti, tá Clayton sendi eitt gott skot móti málinum, men Teitur vardi fyri, og so var tað í 82. minutti, tá sera gott skot varð sent hart móti málinum hjá HB, men Teitur fekk boksa uppum.

Manglandi effektiviteturin hjá okkum gjørdi, at tað bleiv eitt sindur kroyst móti dystarenda, men vit kláraðu at halda tørn og tryggjaðu okkum harvið trý sera týdningarmikil stig. Okkara stríddust sera væl allan dystin og eiga rós fyri tað. Vit skulu tó arbeiða meira við at avslutta, so sær tað bara heilt gott út. Næsti dystur verður sunnudagin 7. august, tá TB vitjar. Tað gleða vit okkum til.

Vit gera ikki meira burturúr frásøgnini beint nú, ti ólavsøka er. So fáa vit at síggja, hvussu verður seinni. Góða óavsøku!


KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI (dómaraseðil ikki tøkur enn)



Effodeildin, 18. umfar hósdagin 28. juli 2016 Ólavsøkuaftan kl. 19.00 í Gundadali



HB – ÍF 1-0 (1-0)

1-0 Ari Mohr Olsen 13’

Liðið: Teitur
M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest
Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Christian R.
Mouritsen, Tróndur Jensen, Magnus Egilsson (Pál Mohr Joensen ??),
Teit Jacobsen, Bartal Wardum (Adrian Justinussen ??), og Ari Mohr Olsen (Øssur Dalbúð ??)



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen



Gult kort: Tróndur Jensen og Teit Jacobsen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Tróndur Jensen



Dómari: Kári á Høvdanum
Hjálpardómarar: -
4. dómari: Petur Reinert


Myndir: Rakul Hansen