Góður og sannførandi sigur á javnaldrunum

Effodeildin, 16. umfar: HB – KÍ 3-0 (1-0)


Við sannførandi smáspæli og gjøgnumførdum álopum broyttu vit gestirnar til leikmenn í góðum leiki við rætta vinnaranum. Hóast KÍ legði bragdligari fyri, megnaðu teir ikki at umseta góða spælið fyrsta korterið til mál, og so var gøtan greidd til ein góðan dag í Gundadali.




Einasta málið í fyrra hálvleiki setti dagsins maður, Kristin R. Mouritsen, hegnisliga í netið eftir fínt samanspæl við Andrew. Hann lyfti bóltin væl innum verjuna til Kristin, ið ísakalt lobbaði bóltin yvir Meinhard í málið.



Venjararnir høvdu gjørt fleiri broytingar á liðnum í dag, og hetta tóktist at darva spælinum eitt sindur fyrsta korterið. KÍ-leikararnir vóru grammari og tættari í okkara leikarum, so at vit ofta mistu bóltin í uppspælinum.



Ísak Simonsen og Páll Klettskarð royndu seg við langskotum, men uttan úrslit. Tá vit so fóru um korterið, var helst einki djús eftir, og vit komu betur við.



Pál Mohr Joensen, ið var í miðverjuni, nú Gunnar Haraldsen var leikbannaður, royndi seg við skallara eftir horna, men tíverri fór royndin yvir málið.



Umframt at skora hevði Kristin eisini eina roynd beint fyri hálvleik, men úr torførari støðu sendi hann bóltin við síðuna av málinum.



Eftir ein heldur linligan fyrra hálvleik mannaðu vit okkum rættiliga upp og settu turboina frá í seinna.



Tó var tað Hjalgrím Elttør, ið átti at javnað fimm minuttir inni í seinna hálvleiki. Eftir eina stóra misskiljing í okkara verju, kom evnaríki framherjin í góða støðu, men royndin fór umvegis stongina út til málspark.



Løtu seinni skuldi Andrew havt økt, men Meinhard var knappur og bjargaði. Annars var Andrew ein brandur í dag. Onkuntið ivast man í, um hann hevur lím á gaggunum, so væl hann megnar at fara við bóltinum.



Beint á tímaslagnum kom Atli Danielsen í góða støðu, men Teitur bjargaði harða og góða skotinum. Meinhard í KÍ-málinum fekk akkurát lirkað bóltin út til horna, tá Fróði royndi seg, men løtu seinni lá bólturin tó í málinum.



Jóhan Troest Davidsen er hægstur, tá góða hornasparkið verður sent innfyri av Christiani. 2-0 og nú krúsaðu vit. Tríggjar minuttir seinni settu vit trumf á, tá enn eitt horna varð sent innfyri av Christiani. Fróði var á staðnum og skallaði bóltin í málið og okkum á greiða sigurskós.



Vit komu fram til fleiri støður afturat. Innskifti Bárður J. Heinesen royndi seg tvær ferðir eins og Símun eisini royndi seg. Tó uttan úrslit.



Í dag sóu vit so aftur blaðunga Bartal Wardum á vøllinum. Hann kom inn fyri Kristin móti dystarenda, og hugaligt er síggja dygdina í góða ungdómsarbeiðinum ið felagið hevur lagt fyri dagin.



Ein góður dagur í Gundadali er liðugur og hóast hesin dysturin helst ikki fer at standa leingi í minninum, kunnu vit fegnast um trý stig afturat.



Næsti dystur verður ólavsøkudag kl. 16:00, tá NSÍ kemur á vitjan. Tað er ein onnur uppgáva ið vit gleða okkum almikið til.

KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 16. umfar sunnudagin 21. juli 2013 kl. 15:00 í Gundadali



HB – KÍ 3-0 (1-0)
1-0 Kristin R. Mouritsen 38
2-0 Jóhan Troest Davidsen 69
3-0 Fróði Benjaminsen 72



Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos (Heini Vatnsdal 41), Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen, Tróndur Jensen , Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen (Bartal Wardum 82), Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 76)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Jógvan Rói Davidsen



Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Kristin R. Mouritsen
Gul kort: Símun E. Samuelsen
Reytt kort: -




Dómari: Anders Gjermshus (NOR)
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Thorvald J. Petersen
4. Dómari: Rói Jacobsen


Myndir: Rakul Hansen