Góður dagur hjá kvinnunum

1. deild kvinnur: AB - HB 1-2
2. deild kvinnur: HB - Giza/Hoyvík 18-0

Bæði okkara kvinnulið vóru á vølli í dag, og báðum gekst sera væl. Besta kvinnuliðið kom aftur á slóðina við góðum sigri móti AB, meðan næsta kvinnuliðið vant burtur út Giza/Hoyvík.


Vindurin kom oman gjøgnum Havnardal og ávirkaði ikki sørt spælið á Argjum, har bestu kvinnuliðini hjá AB og HB hittust í landskappingardysti sunnudagin. Eina stutta løtu var rættiligt ælaveður, men sólin kom av og á fram og bøtti munandi um umstøðurnar hjá kvinnunum at leika.

Í fyrra hálvleiki høvdu HB-kvinnurnar vindin við sær, og tað sást eisini á spælinum. Longu tá fimm minuttir vóru leiktir, hevði Heidi Sevdal eitt lágtliggjandi, hart langskot dygst úti við stongina, men Simona Heinesen í AB málinum var sum ein køttur úti og bjargaði til horna.

Álopini skolaðu móti AB málinum, men Simona tók alt. Ta einu ferðina var Valgerð Andreasen heilt tætt við, men tíverri brast skotið á tvørtræið.

Næstan ein hálvur tími var leiktur, áðrenn HB fekk hol á. Lív F.Arge skeyt eitt gott langskot frá 25 metrum, og so var støðan 1-0 til HB.

Lítla løtu seinni gjørdi Heidi Sevdal bart. Hon driblaði verjuleikarnar hjá AB av og legði bóltin út í høgru síðu til 2-0



HB fekk ikki fleiri mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki, tá vindurin fór í part við AB, gjørdist leikurin eitt sindur javnari. Tá eitt korter var eftir, fekk AB eitt fríspark í vinstru síðu. Hellen Simonsen gjørdi ikki mætari enn at skjóta frísparkið beinleiðis í málið. Eitt sera flott skot, sum Nina Davidsen í HB málinum einki fekk gjørt við.



Vit kláraðu tó at halda verturnum frá at skora aftur, og tí fingu vit ein kærkoman sigur og trý stig afturat á kontuna. Vit ynskja venjarum og leikarum hjartaliga til lukku við góða sigrinum á Argjum.

Tað gjørdist ein sonn málveitsla tá 2. deildarliðini hjá HB og Giza/Hoyvík hittur í Gundadali í dag. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 18-0 sigur til okkara næsta kvinnulið.

Elin Maria Isaksen skeyt 2, Bjørt Magnussen 1, Anitha Mortensen 4, Milja R Simonsen 5, Lív F Arge 5 og eitt sjálvmál kom eisini. So vit her á síðuni bukka og takka fyri enn ein góðan sigur.