Gentur U17 vunnu á grannunum





U17 genturnar, sum liggja á odda við 5 stigum í landskappingini, leiktu leygardagin grannadyst í landskappingini móti B36 á niðara vølli í Gundadali.



HB hevði fleiri góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, m.a. varð bólturin tvær ferðir skallaður á tvørtræið av Hildur Egilsdóttir og Lív Arge.



Vit fingu okkara fyrra mál í 18. minutti, tá Rebekka Benbakoura eisini rakti tvørtræið og bólturin sprakk út til Hildur Egilsdóttir, sum sendi hann í netið.



Milja R Simonsen var nær við at økja løtu seinni, men málverjin hjá B36 bjargaði.



Seinna málið kom í 59. minutti, tá Rebekka Benbakoura aftaná eitt hornaspark hegnisliga fann meskarnar.



Liðið:



Annika Dam, Marjun undir Kletti, Milja R Simonsen, Bára Brekká, Rannvá Mortensen, Lív F Arge, Hildur Egilsdóttir, Rebekka Benbakoura, Sólrun Thomsen, Anja Petersen, Kristina Jacobsen, Rebekka Múller og Emma Stórá.

Venjarar: Allan Dybczak og Ríkin N Djurhuus