FUTSAL finalur á Kambsdali

Um vikuskiftið var finalu umfarið í ársins FUTSAL kapping avgreitt. Ein hópur av ungum frá øllum landinum vóru komin saman á Kambsdali til endaumfarið.



Gentur 17:
Fyrstar at kappast vóru gentur 17. Kappingin stóð millum AB, B68, B71 og okkum. Vit vistu at B68 fóru at verða ringar at syfta. Okkara gentur vístu longu frá fyrsta dystinum móti AB, at tær vildu verða við í toppinum. Okkara gentur vunnu 7-1.



Næsti dysturin var móti B68, og sum vit longu vistu áðrenn, máttu okkara verða klárar og hugsamla seg væl um uppgávuna. Toftagentur hava ligið á odda síðan fyrsta umfari, men vit hava eisini fingið nøkur góð úrslit móti teimum í ár.



Hóast B68 kom framum, fingu vit, við nøkrum broytingum og nøkrum næskum álopum, vunnið okkum aftur á javnleik, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Dystuin endaði 1-1.



Seinasti dystuin var móti B71. Sandoyargenturnar eru væl fyri við góðum og nærlagdum leikarum. So aftur har var neyðugt at hava tunguna mitt í munninum. Men, endin var at vit vunnu 2-1 og við tí greiddu okkara gentur setningin og vunnu gull.



Gentur14:
Í bókinum gentur 14 stóð kappingin serliga við AB, sum við tveimum liðum var vælumboðað ein sera torførur mótstøðu partur. Fyrst møttu vit AB I og sum væntað, var tað trupult at knekka koduna og endaliga úrslitið gjørdist ein null-loysn.



Síðan var AB II á skránni. Tíverri taptu vit dystin 0-1 og hóast vit løgdu nógv fyri og móti dystarenda fingu brotsspark, vildi tað ikki lukkast. Seinasti dysturin var móti B36. Okkara gentur gjørdu bar tog vunnu 2-0 og við tí megnaðu tær at vinna sær bronsu heiðursmerki.



Hóast gennturnar helst ikki vóru heilt nøgdar við hetta úrslitið, er veruleikin, at vit hava eina rúgvu at góðum og evnríkum leikarum í aldursbólkinum sum væntandi eisini fara at gera seg galdandi so hvørt tær vaksa til.



Gentur12:
Eftir eina langa kapping har okkara ungu damur hava verið í oddinum allan vegin, var tað alneyðugt at staðfesta støðuna sum favorittar nú enda umfarið var á skránni.
Av tí at NSÍ ikki møtti til kappingina skuldi ein serliga ringur dagur til, fyri at okkara ikki skuldu greiða uppgávuna.



Men, okkara gentur vóru klárar og vunnu allar sínar dystir og vóru tí sannførandi vinnarar av kappingini í aldursbókinum. Flott úrslit og flott avriki hjá teirra venjarum, Eyðvør og Magnus Jakobsen.



Venjarin hjá U17 og og U14 er Silva, og hansar partur liggur altso heldur ikki eftir. Samanumtikið var talan um ein góðan dag við nógvum fegnum leikarum og foreldrum, sum veruliga hava staðið væl saman og hjápt okkara gentur fram til hesi frálíka góðu úrslit.



Vit fegnast almikið og ynskja øllum hjartaliga til lukku við góðu úrsltinum.



Koyr á, HB !!!