Fult hús móti B68

1. deild menn, 12. umfar: HB – B68 3-2




Fult umfar var í næstbestu deildini týsdagin. Á ovara vølli í Gundadal tóku vit móti uppflytingarkandidatunum av Toftum.






Okkara menn gjørdu ikki mætari enn at vinna dystin. Longu tá tíggju minuttir vóru spældir, skoraði Daniel Johansen beinleiðis upp á horna til hálvleiksstøðuna 1-0 til okkara.





Fram móti tímaslagnum økti Tór av Skarði við brotssparki, og so skuldi helst verið leyst og liðugt. Men soleiðis skuldi ikki verða. Rættiligt lív kom í, tá knapliga tjúgu minuttir vóru eftir at leika.





Fyrst minkaði Sveinur Justinussen um munin, og bara tveir seinni javnaði Búi í Hjøllum. Men bert tveir minuttir seinni aftur legði Hjalti K. Djurhuus okkum framum aftur eftir eitt gott horna.





Fleiri mál komu ikki í dystinum, og tí vunnu okkara ein góðan sigur á toftamonnum. Vit hava nú aftur fingið skil á og hyggja upp eftir og fegnast almikið um góðu gongdina hjá øðrum liði.

Umframt góða sigurin kann nevnast, at ungi og evnaríki málverjin, Bjarti Mørk, spældi sín fyrsta dyst í vaksnamannadeildini, eftir at hann júst er fyltur 16 ár. Bjarti var ein sera tryggur aftasti skansi móti B68. Tað kom væl við, nú tá vanliga málverjin hjá 2. liði, Mattias Lamhauge, hevur fingið langt leikbann fyri reyða kortið á Argjum.




Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI


1. deild, 12. umfar: týsdagin 13. juni 2017 kl. 19.30 í Gundadali



HB – B68 3-2 (1-0)

1-0 Daniel Johansen 10’
2-0 Tór av Skarði 59’
2-1 Sveinur Justinussen 70’
2-2 Búi í Hjøllum 72’
3-2 Hjalti K. Djurhuus 74’



Gult kort:
Daniel Johansen, Hans Jákup Annfinsson, Bárður Mittelstein og Jákup Pauli Breckmann



Liðið:
Barti Mørk – Daniel Johansen, Pætur Ejdesgaard, Hjalti K. Djurhuus (liðsk.), Tór av Skarði (Símun Sólheim 69), Jákup Pauli Breckmann, Martin Dam, Tóri Rasmussen, Hans Jákup Annfinsson (Andrew av Fløtum 65), Aron Clementsen (Sveinur Olsen 65) og Bárður Mittelstein



Óbrúktur eykaleikari:
Roðar Heðinsson



Venjari:
Allan Dybczak



Dómari:
Jóhan Hendrik Ellefsen
Hjálpardómarar: Jónleif Frederiksen og Dánjal Eli West