Fótbóltsskúlin 2017

Fótbóltssamband Føroya saman við HB aftur í ár fyri fótbóltskúla fyri børnum í aldrinum 8 til 14 ár. Hetta eru børn fødd í tíðarskeiðinum frá 2003 til og við 2011.


Fótbóltsskúlin verður í Gundadali dagarnar 23. og 24. juni, Fyrra dagin, sum er fríggjadagur, verður skúlin hildin frá kl. 13.00 til kl. 17.00. Møtt verður kl. 12.30 Seinna dagin verður skúlin frá kl. 10.00 til kl. 15.00, og tá verður møtt kl. 9.30.

Til ber at melda seg til skúlan við at fylgja slóðini her, og velja Fótbóltsskúlin 2017. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 12. juni.

Gjaldið fyri luttøkuna er 400 krónur, og tá er millum annað íroknað luttøka á skúlanum, frukt, bóltur, t-troyggja og luttøkubræv.

Leggið til merkis, at luttøkuttalið í Tórshavn er avmarkað til 300 og higartil hava umleið 200 meldað seg til.


Sí annars viðhefta bræv um fótbóltsskúlan, her undir.