Fótbóltsskúlin 2013

Fótbóltssamband Føroya og HB, B68 og 07 Vestur skipa aftur í ár fyri fótbóltsskúlum fyri børnum í aldrinum 8 til 14 ár (fødd í 1999 til og við 2005).

Vit í HB bjóða eisini okkara børnum ið eru fødd í 2006 at sleppa við á fótbóltsskúlan í Havn. Her er tó tann treytin, at onkur vaksin er við teimum.


Stað/dagar
Tórshavn, Gundadalur 28-29. juni
Toftir og Sandavágur 5-6. juli

Tíð
Fríggjadag kl. 13-17
Leygardag kl. 10-15

Tilmelding
Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum www.fsf.fo

Tilmeldingarfreist
20. juni

Kostnaður:
400 kr.
Gjaldið er fyri luttøkuna á fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, luttøkubræv o.a.

Gevið gætur!
Tað er avmarkað pláss á fótbóltsskúlunum.
Í Havn er pláss fyri umleið 300 luttakarum, á Toftum fyri umleið 200 luttakarum og í Sandavági fyri umleið 100 luttakarum.


Fótbóltssamband Føroya - Havnar Bóltfelag - Tofta Ítróttarfelag (B68) og 07 Vestur