Forvitnisligur gestur

HB-fjepparar, sum eru komnir eitt sindur upp í árini, komast helst við navnið Finn Jegaard. Hann var í 1973 og 1974 ein av eyðsýndu spælarunum á tí góða HB-liðnum, sum var tey árini. Nú um dagarnar var danski HB-spælarin á stuttari Føroyaferð. Hetta var fyrsta ferðin hjá honum í Føroyum síðani 1974.




Hóast steðgurin var stuttur, eydnaðist nøkrum av gomlu HB-spælarunum at hitta fyrrverandi danska liðfelagan, nú hann aftur var í Føroyum eftir sløk 40 ár. Poul Michelsen bjóðaði kaffi og køku á lítlari samkomu við Hoyvíksvegin mánakvøldið 1. juli.



HB-arnir tóktust spentir at síggja Finn Jegaard aftur, tí einki samband hevur verið teirra millum øll hesi árini. Gesturin var sjálvur ógvuliga spentur at vita, um hann fór at kenna hinar aftur, men tað stóð ikki á. Tikin vórðu føst lógvatøk, og summar, ið hann kendi væl aftur, hálsfevndi hann. Sjálvur er hann ikki broyttur stórvegis. Kanska eitt sindur rúmari í vavi, men líkist annars sær sjálvum og heldur sær væl.



Finn Jegaard var frálíkur spælari og gjørdi góðan mun í HB-álopinum í 1973 og 1974. Hann spældi mest vinstri vongur. Hann var skjótur sum eitt fok, var gjøgnumbrotssterkur, átti fleiri fínar frísendingar við sínum góða vinstra fóti, hevði góðan teknikk og góðan stríðsmoral. Hann gav HB-álopinum størri breidd og tyngd. Millum ungu havnardreingirnar, sum gingu nógv í Gundadali at síggja HB spæla tey árini, gjørdist Finn Jegaard ein av stóru hetjunum. Hann var tað fríska lotið uttan úr heimi. Bara navnið á honum man fáa eyguni at glógva og hjørtuni at titra hjá mongum havnarmanni um tey hálvthundrað í dag.



Finn reikaði vinstrumegin í HB-álopinum, Beiggin, sum var líka kvikur, høgrumegin, og tann fjølgávaði Heri Nolsøe var fremstur í álopinum. Á miðjuni Sverri og Egga við Ragnari aftanfyri seg. Í verjuni skiftust fleiri; Finnur, Manne, Dánjal Jákup, Sólbjørn, Palli, Bjarni o.a. Kári vardi málið í 1973, Regin í 1974. Eitt fantastiskt lið - á landsliðnum, sum tapti 3-2 fyri Íslandi í Gundadali í 1974 vóru sjey spælarar úr HB á vøllinum.



Finn spældi sum blaðungur í HIK í 3. deild í Danmark, men 18 ára gamal kom hann til Føroyar at búgva eitt skifti. Ættarbondini drógu, tí mamman er føroysk. Hann fór at venja í HB, men striltið gekst at fáa fótin fastan á besta liðnum. Hann umhugsaði heldur at fara í B36 at royna seg, men tveir tilburðir broyttu støðuna. Jógvan Arge, sum visti um hansara dygdir, talaði fyri at fáa hann á pressuliðið, sum skuldi spæla venjingardyst móti landsliðnum fyri dystin hjá Føroyum móti Íslandi í Klaksvík í 1973. Tann púra ókendi danski meðaldeildarspælarin í HB tók øll á bóli hetta kvøldið og skeyt hattrikk í óvæntaða 4-3 sigrinum hjá pressuliðnum á landsliðnum. Og tá ið HB-toppskjúttin John Eysturoy stutt eftir fekk ein skaða, var Finn Jegård í álopinum á meistaradeildarliðnum hjá HB - og brátt var øllum greitt, at eingin fór at troka hann av aftur í bræði.



Finn Jegaard tosaði á samkomuni mánakvøldið eldhugaður um árini í HB. Hann mintist nógvar av dystunum niður í smálutir. Hann hevði fyrr um dagin verið ein túr í Klaksvík, tí hann vildi síggja vøllin við Djúpumýru aftur. Har hevði hann kanska sína glæsiligastu løtu í HB-búnanum. Avgerandi dysturin um FM-heitið 1973 stóð millum KÍ og HB í Klaksvík 9. september. Útivið 2.000 áskoðarar vóru hjástaddir. KÍ hevði fyri neyðini at vinna greiðan sigur á HB til tess at endurvinna meistaraheitið frá árinum fyri, og klaksvíkingar løgdu fyri sum eitt óløgi. Longu í 5. minutti legði John Sigurð Joensen KÍ á odda 1-0, og løtu seinni átti Heðin Baldvinsson at økt til 2-0. HB-arnir vóru skakaðir. Men so kom vendin í dystinum, sum Finn greiddi so livandi frá mánakvøldið.



- Eg breyt ígjøgnum vinstrumegin, stríddi meg inn um bakkin heilt úti í borðinum, rak heilt aftur á baklinjuna, og fekk við bit og slit sent bóltin væl inn fyri. Eg síggi nú, at Heri Nolsøe hevur lisið væl av, hvagar bólturin fer at koma, hann rennur móti bóltinum og áraka brotsteigarstrikuna mitt fyri heilfluktar hann bóltin reint við einum braki í netið. Eitt heilt fantastiskt mál, sum eg minnist tað. Finn hevur tosað seg heitan og hyggur upp á Hera, ið situr beint yvir honum hinumegin borðið. Teir brosa hvør upp á annan og minnast brádliga væl hesa gandakendu løtuna fyri 40 árum síðani.



HB hevði vunnið allar hinar dystirnar í landskappingini tað árið, men spurningurin var, um teimum fór at eydnast at vinna tann seinasta dystin við. - Vit vóru undir hørðum trýsti allan dystin, minnist Finn. Útlitini at vinna vóru ikki tey bestu. Tað stóð á jøvnum 1-1, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fær HB kortini sigursmálið til 2-1. Hetta var fyrsta ferðin, at HB hevði vunnið meistaraheitið við fullum stigatali. Og meistarin fyri tí var Finn Jegaard. Hann greiddi livandi frá hesum søguliga máli.



- Eg fái bóltin á miðjuni vinstrumegin. Mesta fólkið er á HB-hálvuni. KÍ hevur tveir verjuleikarar á egnari hálvu, eg havi ongan viðleikara í nánd. Eg reki nakrar metrar fram eftir síðuni, mest fyri at geva okkara spælarum møguleika at taka seg nakrar metrar fram á vøllin. KÍ-verjuleikararnir halda ímóti mær, byrgja meg líkasum inni, so at eg hvørki sleppi fram ella aftur. Í einum eygnakasti haldi eg meg síggja, at KÍ-málmaðurin stendur nóg so uttarlaga í brotsteiginum. Og brádliga lati eg skotið ganga. Eg reiggi til av allari megi, einar 25 metrar frá málinum langt úti í vinstru síðu. Eg raki bóltin óvanliga væl. Hann fer sum ein kanónkúla upp í loft og kavar niður móti málinum. Málmaðurin rennur sum fyri lívinum heim aftur. Í eini fýra sekund standa øll og gána. Bólturin fer so snøggliga í mál beint áðrenn málmaðurin er komin aftur í málið. Og vit vinna 2-1.



Nógvar søgur renna fram í hugan á hesum monnunum, so hvørt sum skonkt verður upp í aftur kaffikopparnar, og køkurnar á borðinum fækkast. Nógv stendur framvegis ljóslivandi í minninum, hóast 40 ár eru gingin. Finn spyr eftir teimum, sum ikki eru hjástaddir hetta kvøldið. Hann fær at vita, at tveir eru ikki millum okkara longur, Finnur Helmsdal og Eirik Rasmussen, tríggir eru búsitandi í Danmark, Dánjal Jákup Thomsen, Jóhan Johannesen og Ragnar Hansen, tveir eru burturstaddir í summarfrí, Sverri Jacobsen og Eyðfinn Lamhauge, summar fekst ikki fatur á, tí skotbráið var so stutt, hjá onkrum lá ikki fyri, men hann var fegin og ovfarin, at so nógvir vóru komnir, hóast teir vóru boðsendir stutt frammanundan. Hann kendi teir allar aftur, Poul Michelsen, Regin Árting, Hera Nolsøe, Egga Jensen, Sólbjørn Mortensen og Manna Persson, men Martin á Mýrini kendist hann ikki við, tí hann var einki í HB tey bæði árini, sum Finn Jegaard var í Føroyum.



Heri Nolsøe hevur gittaran við, trivið verður í tveir HB-sangir, danski gesturin fær HB-fløguna og seinnu HB-bókina sum gávu, hann er takksamur fyri allan blíðskapin og sigur seg vera glaðan, at sær untist at fáa hesa løtuna saman við sínum gomlu fótbóltsvinmonnum.



- Árini í HB eru millum míni kærastu minni, viðgongur hann, tá ið hann heilsar øllum farvæl og takkar fyri eitt ógloymandi kvøld.