Forkunnug vitjan úr Ísrael og Montenegro

Mikudagin hevði Havnar Bóltfelag forvitnisliga vitjan úr Monenegro og Ísrael. Tað er UEFA, sum skipar fyri sonevnda Study Group, har limalond koma saman at viðgera ymisk evni.


Í ár var so fyrsta stevnan hildin í Føroyum, og var tað FSF, sum heitti á Havnar Bóltfelag um greiða frá evninum “grasroots” í høvuðsstaðnum.


Formaðurin í Havnar Bóltfelag , Finnbogi Arge, saman við næstformanninum, Børge B. Hansen, tóku ímóti vegna felagið. Harumframt greiddi høvuðsungdómsvenjarin, Milan Cimburovic, frá venjingunum.

Aftaná framløgurnar eygleiddu gestirnir venjingarnar hjá gentunum og dreingjunum í sólskininum í Gundadali. At kalla alt ferðalagið vóru venjarar úr Ísrael og Montenegro. 

Montenegro liggur í løtuni á 18. plássi í styrkismetingini hjá FIFA, frammafyri m.o.  Ongland. 600.000 fólk búgva í Montenegro, sum áður var partur av Jugoslavia. Málið er tó tað sama, so tað lá væl fyri hjá Milan Cimburovic at samskifta við gestirnar.

Við í ferðalagnum var norski UEFA-umboðsmaðurin og fyrrverandi forsetin í norska fótbóltssambandinum, Per Omdal.




Per Omdal hevur fingið serstaka uppgávu frá norsku stjórnini at  menna dreingja- og gentufótbólt í Miðeystri.