Flottur sigur í seinasta heimadystinum

Effodeildin, 26. umfar: HB – ÍF 4-1



Ársins seinasti heimadystur endaði við greiðum sigri á einari discount útgávu av ÍF, sum hóast manningin var stinn, ikki var til staðar í Gundadali fyrr enn móti dystarloki.





Vit settu tingini uppá pláss í fyrra hálvleiki við tveimum tøttum málum, fyrst frá Fróða tá bara níggju minuttir vóru leiktir, og lítla løtu seinni tá Bartal skoraði eftir eitt áhaldandi álop frá okkara monnum.





Øssur Dalbúð var væl fyri í dag, og hann setti høvdið á eitt gott innlegg frá ótroyttiliga Jógvani Róa Davidsen.





Vit komu í fleiri góðar støður og millum annað royndi Ari seg við góðum skoti sum tíverri brast í stongina.





Annars sóðu vit aftur í dag Hjalta K. Djurhuus á miðvøllinum, har hann, saman við Fróða Benjaminsen, hevði rættiliga gott tak á gestunum. 

Hóast Hjalti bara spælir sín næsta dyst á besta liðnum, bleiv hann aftur kosin til dagsins manna.Men, talan er heilt víst um væl uppibornan heiður til unga mannin við risa potentialinum.

Vell, meira hendi ikki í fyrra hálvleiki og so var klárt til ein góðan kaffimunn.





Seinni hálvleikur bleiv fyri so vítt akkurát sum vit væntaðu. Vit bakkaðu eitt sindur og lógu og lúrdu eftir kontramøguleikum.





Var heppnið við okkum vóru vit helst frammanfyri við seks málum áðrenn gestirnir minkaðu um munin. Tað vóru vit ikki, og tá Clayton stútaði eitt horna í málið, ivaðist onkur í, um vit mundu fara at rista í buksunum.





Tað hendi ikki, og tveir minuttir fyri leiklok smekkaði Øssur bóltin hegnisliga í málið til 4-1 og so varð liðugt. Eitt orduligt ”strikara-mál”.





Rúni Gaardbo tímdi bara tveir minuttir yvirtíð og tað siga vit hann ikki ringan fyri. Vit hava vunnið okkum ein góðan og trivaligan sigur nú vit leiktu ársins seinasta heimadyst.


KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 26. umfar sunnudagin 16. oktober 2015 kl. 15.00 í Gundadali



HB – ÍF 4-1 (3-0)

1-0 Fróði Benjaminsen 9’
2-0 Bartal Wardum 12’
3-0 Øssur Dalbúð 21’
3-1 Clayton Soares 82’
4-1 Øssur Dalbúð 88’

Gult kort: Teit Jacobsen



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson (Daniel Johansen 51), Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Fróði Benjaminsen , Hjalti K. Djurhuus, Christian R. Mouritsen (Pál Mohr Joensen 78), Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Tróndur Jensen 74) og Øssur Dalbúð



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen og Adrian Justinussen



Á beinkinum:
Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Hjalti K. Djurhuus



Dómari:
Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jónleif Fredriksen
4. dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen