Flottur javnleikur móti KÍ


Kvinnur, 17. umfar: HB – KÍ 1-1




Okkara kvinnur hava við góða javnleikinum móti fleirfaldu FM-vinnarunum fingið gott í beinini áðrenn steypafinaluna komandi vikuskifti. Marjun og Rannvá hava skrivað dagsins dystarfrásøgn.




Ein týdningarmikil javnleikur staðfesti í dag, at HB-kvinnurnar hoyra heima í topp 3 í kvinnudeildini.

Eftir eina heldur keðiliga vitjan á Eiði seinasta vikuskifti skuldu vit møta hinum toppliðinum í deildini, KÍ. Spenningur var í luftini áðrenn dystin, og allar vildu vísa, at vit veruliga hoyra heima í steypafinaluni og kunnu skapa spenning.

Dysturin byrjaði við, at KÍ hevði meira tamarhald á dystinum, og teir fyrstu minuttirnir fóru fram á skeivu hálvuni - okkara. Vit stóðu tó væl og komu so við og við meira inn í dystin.

Eftir at Milja skapti ein risa møguleika fyri okkum, kom meira spenningur í dystin, og vit vóru meira við. Eina lítla løtu aftaná fekk Elin Maria fatur á bóltinum á miðjuni og rann í millum báðar miðverjarnir hjá KÍ einsamøll móti KÍ-málverjanum. Hon náddi allan vegin oman á 5-meturin, tá ið hon royndi seg við einum skoti, ið málverjin bjargaði. Hóast bjargingina helt Elin Maria fram og fekk bóltin við kroppinum framvið málverjanum. 1-0 til HB!

Vit høvdu yvirtakið! Nú gekst betur, og allar kempaðu væl. Spælið gekk aftur fram á vøllinum, har KÍ royndi seg í síðunum og framvið 16-meturin, men okkara verja stóð væl og fekk steðga teimum. Vit høvdu eisini fleiri royndir, tó uttan at tað eydnaðist.

Ikki sluppu vit at vera frammanfyri longri enn 10 minuttir, áðrenn KÍ, eftir at vera sloppin ov lætt í síðunum, javnaði til 1-1. Sera óheppið, men okkara hildu á sum áður og góvu ikki skarvin yvir.

Í hálvleikinum vóru smáar tillagingar gjørdar, so at vit kundu koma út til seinna hálvleik og vera so klárar og uppsettar sum til bar.

Vit vóru undir stórum trýsti í seinna hálvleiki. Í eini roynd at fáa sigursmálið koyrdi KÍ fleiri leikarar fram, men tó uttan úrslit. Verja okkara, viđ góðari hjálp frá miðjuni, stóð sera væl, og klaksvíkingar kláraðu ongantíđ at spæla seg til teir heilt stóru málmøguleikarnar.

Við einum góðum innsatsi frá øllum leikarum og nógvum stuðli frá okkara áskoðarum endaði 1-1, og vit fingu eitt væl uppiborið stig, sum allar arbeiddu sera hart fyri.




Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI



Kvinnur, 11 umfar: sunnudagin 3. september 2017 kl. 13.00 í Gundadali



HB – KÍ 1-1 (1-1)
1-0 Elin Maria Isaksen 16’
1-1 Rannvá Andreasen 25’



Liðið: Simona Heinsen – Marjun undir Kletti, Nadja Johannensen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen (Janita Ole-Jacobsen 80). Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze (Julia Helena Henriksen 86), Lea Hansen, Liljan af Fløtum, Elin Maria Isaksen (Sara Lamhauge 86) og Rebekka Benbakoura



Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir – Rannvá Mortensen, Poula Andreasen og Sólrun Thomsen



Dagsins leikari: Nadja Johannensen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson



Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Janus Fossdalsá og Rani A. Skaalum