Flott spæl og fýra perlumál

Effodeildin, 8. umfar: B68 – HB 0-4 (0-3)


Um tað vegna útlendskan fótbólt í sjónvarpinum skal her verða ósagt, men sera tómligt var á Svangaskarði í dag. Hinvegin, tey sum vóru møtt sóu eitt tendrað HB lið, sum trumlaði eitt ivasamt B68 niður.



Vit settu okkum á dystin beinanvegin, og fleiri ferðir var um reppið, at vertirnir komu í trupuleikar í uppspælinum. Hetta koma at kosta teimum seinni.



Tá lítið korter var leikt, kom Pál sær sera hegnisliga burturúr einari truplari støðu í síðuni. Hann spelar avstað og sendir bóltin til Fróða, sum leggur av til Andrew, sum, nakað uttanfyri brotsteigin, bankar bóltin í málið.



Andrew royndi seg aftur løtu seinni, men hesuferð fór royndin beint yvir málið. Tá 25 minuttir vóru leiktir, vinna vit bóltin enn einaferð í uppspælinum hjá B68. Brádliga eru vit fýra móti tveimum. Fróði spælur út til vinstur til Andrew, sum hegnisliga snarar verjuna av og ísakalt sendir bóltin í netið.



Dysturin varð avgjørdur tríggjar minuttir seinni, tá Kristin skorar til 3-0. René gjørdi  forarbeiðið í høgru síðu, og av baklinjuni spælir hann út til Kristin.



Emil Ronaldsson fekk besta møguleikan fyri vertirnar, tá hann móti endanum av hálvleikinum skallaði við síðuna av eftir horna.



Vit hildu gongdina viðlíka í seinna hálvleiki, og tá 52. minuttir vóru leiktir, endaði Christian málveitsluna eftir at vit høvdu víst sera gott spæl.



Emil Ronaldsson fekk allar stórsta møguleikan fyri vertirnar tá hann fekk ein góðan bólt sendan innfyri, men hóast hann gjørdi alt rætt og rakti bóltin væl, var einki at gera tí Teitur bjargaði meistarliga og held við tí málinum reint.



Í seinna hálvleiki komu Símun, Levi og Poul inn fyri Kristin, Andrew og Fróða. Sum so var alt avgjørt tá, og kvaliteturin á spælinum lækkaði eisini hóast vit vóru klárt betur og høvdu stýr á dystinum.



René og Símun royndu seg, men skotið hjá René fór beint yvi,r og tá Símun kom í góða støðu, var Kristian Joensen fyri og bjargaði.



Samanumtikið vunnu vit ein góðan og sera sannførandi sigur á uppflytarunum, sum als ikki fingu sítt spæl at koyra. Vit hanga í grannunum og eru har uppi sum vit eiga.




Koyr á, HB!




HAGTØLINI



Effodeildin, 8. umfar sunnudagin 11. mai 2014 kl. 15:00 á Svangaskarði



B68 – HB 0-4 (0-3)
0-1 Andrew av Fløtum 14’
0-2 Andrew av Fløtum 25’
0-3 Kristin R. Mouritsen 28’
0-4 Christian R. Mouritsen 57



Liðið:
 Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen, René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) (Poul Ingasson 77), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen 60), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Levi Hanssen 71)



Óbrúktir eykaleikarar:
Thomas Knudsen og Tróndur Jensen



Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Christian R. Mouritsen
Gult kort: Heini Vatnsdal



Dómari: Rói Jacobsen
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen og Jón Kári í Brekkuni
4. dómari: Jan Gardar


Myndir: Rakul Hansen