Flott byrjan hjá kvinnunum








1. deild kvinnur (1): HB - Víkingur 10-0








Okkara kvinnur fingu eina fantastiska byrjan, tá tær á heimavølli leygardagin vunnu trivaligan sigur á Víkingi.





Heidi Sevdal var í hopla og skoraði ikki færri enn 5 mál. Milja Simonsen og Lív F. Arge skutu 2 mál í part, og Elin Maria Isaksen skeyt eitt.




Málverjin hjá Víkingi hevði fleiri góðar bjargingar, eins og yvirleggjaran varð raktur tvær ferðir. So sigurin hjá okkum kundi lættliga verið enn størri.




Sára Samuelsen og Lilja av Fløtum Petersen stóðu stinnar í miðverjuni, og bakkarnir, Bjørt Magnussen og Hildur Egilsdóttir, lótu ongan Víking sleppa framvið á vengrunum.




Á miðjuni stýrdi Doris í Garði Olafsdóttir sannførandi saman við Elsu Splidt Jacobsen og Lív Arge, meðan álopstrioin Heidi Sevdal, Milja Simonsen og Elin Maria Isaksen alla tíðina skapti hópin av málmøguleikum til okkara lið.




Nakað inni í seinna hálvleiki kom Valgerð Andreasen inn fyri Elsu, Rannvá Mortensen fyri Elin Mariu og Elin Niclasen fyri Bjørt.




Annika Hansen hevði sum vera man ikki so nógv at gera í málinum hjá HB. Samanumtikið ein deilig byrjan uppá kappingingina. Frálíkt avrik gentur og til lukku við góðu byrjanini.




Undan dystinum tók Rakul andlitsmyndir av øllum HB-kvinnunum, og tær síggjast her á FaroeSoccer.


Myndir: Rakul Hansen/HB