Fair Play steyp og tríggjar leikarar á ársins lið

Fríggjakvøldið var skipað fyri heiðurskvøldið í sambandið við endan av ársins landskapping hjá kvinnum og monnum.


Hóast vit høvdu nakrar leikarar útnevndar til ymiskar heiðrar, vunnu vit ongar hesa ferð. Men, vit kunnu tó fegnast um at okkara Effolið fekk Fair Play steypið fyri 2017-




Eisini kunnu vit fegnast um, at Ari Mohr Jónsson varð kosin til ársins lið hjá monnum. Umframt hetta komu Milja R. Simonsen og Nadja Dam Johannensen á ársins lið hjá kvinnum.




Vit ynskja annars øllum ið vunnu hjartaliga til lukku. Meira kann síggjast á in.fo haðani sum vit eisini hava lánt myndina til framsíðuna.


Mynd og heimildari: in.fo