Dømdir út av Europa League


Europa League innleiðandi umfar: HB – ÍBV 0-1 (0-0)


Hóast allar fyritreytir fyri at koma víðari í ársins Europa League vóru til staðar, megnaðu vit ikki at umseta góða spælið, vit høvdu, serliga í fyrra hálvleiki, til neyðuga málið. Tá so dómarin burtur úr vón og viti velur at geva gestunum eitt sera tunt brotsstpark ímóti dystarenda, var eingin vegur aftur.




Møgleikar høvdu vit annars nógvar, men tá á stóð, vístu vit ikki avgerandi neyvleikan. Serliga fyrsta hálva tíman vóru vit klárt betra liðið, áleyparar okkara stóðu í kø fyri at skjóta.



Smátt um smátt lovaðu vit gestunum meira inn í dystin, men ÍBV spælur ikki nakað serliga góðan fótbólt, og vónleysu longu sendingarnar fram til tunga, men vælvaksna áleyparan, munaðu einki.



Í seinna hálvleiki kendist tað, sum vit vóru nøgdir við støðuna og løgdu heldur minni fyri. Hetta sóu gestirnir, og teknið uppá hvussu sperdir teir vóru, var tá venjarin, sum er vælkendur her á landi sum gomul verjukempa í Premier League, setti seg sjálvan í álopið.



Longu bóltarnir gjørdu framhaldandi ongan mun. Vit høvdu greiðu á støðuni, líka til vánaligi írski dómarin valdi at geva gestunum brotsspark burtur úr ongum.



Skotið endaði í málinum uttan møguleika hjá Teiti. Hetta kendinst avgjørt sum ein spann av gomlum lorti beint í høvdið.



ÍBV kann nú avgjørt fegnast um ein góðan, men sera hepnan sigur á lítlabeiggja. Vit kunnu fegnast um, at okkara leikarar vístu frálíkt fótbóltsspæl, góðan hugburð og stórt ágrýtni. Eisini kunnu vit fegnast um, at Red Lions eru vaknaðar úr vetrarhvíld og rættiliga seta sítt frálíka fingramerki á dystir okkara aftur. Flott.



Vit eru lidnir í ársins Europa League, men vit mugu minnast at ynskja Víkingi hjartaliga til lukku við frálíka sigrinum á FC Inter Turku í Finnlandi. Hetta var eitt bragd, ið vildi nakað.



Nú kunnu vit so bara foksera uppá Effodeildina, tað ið eftir er av árinum. Har liggja vit jú, sum øll vita, væl fyri. Vit takka leikarunum fyri gott undirhald, men ÍBV fekk sigurin til gávus úr Írlandi.




KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Europa League innleiðandi, seinni dystur: hósdagin 11. juli 2013 kl. 19.00 á Tórsvølli



HB – ÍBV 0-1 (0-0)
0-1 Arnar Bragi Bersson 90 (br.)



Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen (Jákup Slættalíð 90) , Bárður Olsen, Heini Vatsndal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Christian R. Mouritsen, Símun E. Samuelsen (Pál Mohr Joensen 76), Bárður J. Heinsen (Kristin R. Mouritsen 68)



Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Sørin Samuelsen, Tróndur Jensen og Andrew av Fløtum

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Gul kort:Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bárður Olsen og Alex José dos Santos



Dómari: Robert Rogers (ÍRL)
Hjálpardómarar: Kenneth Hennessy og Robert Clarke (ÍRL)
4. Dómari: Tomas Connolly (ÍRL)


Myndir: Rakul Hansen