Enn ein sigur á B68

Kvinnur, 14. umfar: HB – B68 3-0

Í miðvíkuni var 14. umfar í bestu kvinnudeildini. Okkara kvinnur tóku ímóti og sendu toftakvinnur avstað aftur við einum greiðum 3-0 tapi. Lea og Poula hava skrivað dagsins dystarfrásøgn.




Mikukvøldið leiktu kvinnurnar ímóti B68 á Tórsvølli, har vit um góðar tvær vikur skulu standa klárar í steypafinaluni.

Hóast vit ikki skulu undirmeta B68, so eiga vit at vinna hendan dystin, og tað gjørdu vit sjálvandi eisini.

Allar vóru sera klárar til dystin, og vit vunnu hann eisini 3-0. Við eitt sindur meiri hepni kundi úrslitið tað sama enda við fleiri málum til okkum. Dysturin varð bríkslaður í gongd kl. 18.00

Ymiskar broytingar vóru á liðnum í dag, men hetta var ikki nakar stórur trupulleiki. Eftir eina løtu settu vit okkum á dystin, og vit høvdu nógv fleiri møguleikar enn tær.

Fleiri ferðir var bólturin nær at málinum, men inn vildi hann ikki. Men so einaferð kom málið. Hetta var unga Julia Naomi, sum í 27. minutti legði okkum á odda.

Allarhelst ætlaði hon at koma við einum innleggi úr vinstu síðu, men ístaðin fór bólturin í netið, og so var støðan 1-0 til okkum. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki vóru tað eisini vit, sum vóru mest á bóltinum. Fleiri ferðir rann Rebekka seg leysa í høgru síðu inn í 16-meturin, har hon so spældi bóltin inn á 5-meturin, men enn var trupult hjá okkum at fáa bóltin inn í málið.

Tá vit høvdu leikt góðar 10 minuttir av seinna hálvleiki, fingu vit eitt fríspark beint framman fyri miðjuna. Elin Maria legði bóltin heilt innum 5-meturin, og beint áðrenn málmaðurin fekk hendur á bóltin, var Rebekka millum at prika bóltin í mál.

Nú trúðu vit uppá ein sigur, og spælið gekk væl, vit komu til fleiri kjansir, og bara fáar minuttir seinni skoraði Milja til 3-0, sum eisini varð endaliga støðan.




Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI


Kvinnur, 14 umfar: mikudagin 16. august 2017 kl. 18.00 í Gundadali



HB – B68 3-0 (1-0)

1-0 Julia Naomi Mortensen 27’
2-0 Rebekka Benbakoura 57’
3-0 Milja R. Simonsen 64’


Liðið: Simona Heinsen – Rannvá Mortensen (Sara Lamhauge 54), Marjun undir Kletti, Julia Naomi Mortensen, Nadja Johannensen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Liljan av Fløtum, Elin Maria Isaksen (Ninna Hansen), Rebekka Benbakoura og Poula Andreasen (Milja R. Simonsen 54)



Óbrúktir eykaleikarar:
Maria Elsudóttir – Janita Ole-Jacobsen og Lea Hansen



Dagsins leikari:
Julia Naomi Mortensen



Venjari:
Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson



Dómari:
Kristian Oskar Henriksen
Hjálpardómarar: Jógvan Breckmann og Jákup L. Stensberg