Enn ein nulloysn í Gundadali

Effodeildin, 13. umfar: HB – ÍF 0-0


Einki mál kom í Gundadali í dag, og hóast gestirnir spældu stóran part av seinna hálvleiki við einum manni færri enn vit, vóru teir kanska vandamiklari. Vit høvdu bóltin meir og vóru spælstýrandi, meðan ÍF lúrdi uppá kontramøguleikar.




Veðrið var annars fínt til góðan fótbólt, og endiliga kunnu vit so eisini fegnast um nýggju snotiligu stadionklokkuna í Gundadali.



Fyrri hálvleikur var sum heild linligur við nógvum smáspæli. ÍF spældi meira beinleiðis, ofta við longum sendingum fram til áleypararnar.



Ári Ellingsgaard royndi at bróta seg í gjøgnum yviri hjá Jógvan Róa. Endin er at hann dettur og fær sær eitt brotsspark. Tíbetur var dagsins maður, Teitur Gestsson, klárur og bjargaði veika brotssparkinum.



Lítla løtu seinni royndi Santos seg við góðum frísparki, men Jákup Mikkelsen bjargaði væl. Bogi R. Petersen bleiv rættilga leysur, men tíverri fyri hann megnaði hann ikki at umseta góða innleggi til mál, tí skallarin fór væl yvir.



Tá hálvur tími varð leiktur var eitt sindur at trunkaspæli eftir horna, men vit megnaðu ikki at senda bóltin í málið.



Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Vit sótu á tí mesta, men vit megnaðu ikki bróta okkum avgerandi í gjøgnum. Eftir at Gunnar hevði roynt seg við skallara eftir horna, settu gestirnir seg á dystin og spældu seg til nakrar góðar støður. Men heldur ikki teir megnaðu at skora.



Vit tóku  yvir seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum, men bólturin rullaði ikki rættan veg fyri okkara leikarar í dag.



Vit mugu bara staðfesta, at vit heldur ikki megnaðu at vinna í dag. Hini úrslitini háttaðu seg annars soleiðis, at eingin rættiliga hevur hálað inn á okkum.



Komandi vikuskiftið skulu vit vestur til Sørvágs har 07 Vestur tekur ímóti á Dungasandi. Tað torføru uppgávuna gleða vit okkum til, og mugu nú bara fegnast um, at vit hóast alt fingu annað stigið í dagsins dysti.

KOYR Á, HB!!!






HAGTØLINI


Effodeildin 13. Umfar: sunnudagin 16. juni 2013 kl. 15.00 í Gundadali


HB – ÍF 0-0

Liðið:Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen (Pál Mohr Joensen 86) - Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Bárður Olsen, Christian R. Mouritsen (Kristin R. Mouritsen 77), Andrew av Fløtum

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Bartal Wardum og Magnus Egilsson
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Gunnar Haraldsen og Andrew av Fløtum
Reytt kort: -
Dagsins maður: Teitur M. Gestsson
Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen og Jan Gardar
4. Dómari: Pætur Albinus


Myndir: Rakul Hansen