Enn ein góður sigur á Sandi

1. deild menn: B71 - HB 0-6 (0-2)

1. deildarmenn okkara vóru inni í Dal í dag og leiktu móti B71. Úrslitið gjørdist ein trivaligur 6-0 sigur til okkara næstbesta lið.


Bárður Mittelstein legði fyri við okkara fyrsta máli beint eftir hálva tímanum. Fimm minuttir fyri hálvleik økti Tróndur Jensen til hálvleiksleiðsluna 2-0

Liðskiparin, Sørin N. Samuelsen, var á blettinum, tá 50 minuttir vóru leiktir. Rundan um tímaslagið skoraði fyrst Pál Mohr Joensen og síðan Kári Nielsen, ávíkavist til 4-0 og 5-0.

Seinasta málið gjørdi Johan Ejvind R. Mouritsen nakað fyri leiklok, og tí megnaði okkara 1. deildarlið eitt betri útslit enn besta lið okkara megnaði í Løgmanssteypinum.

Vit gleðast um góðu gongdina hjá 1. deildarliðinum, sum við hesum sigrinum staðfestir 2. plássið í deildini, fýra stig aftanfyri B68. Flottur sigur og til lukku við góða úrslitinum.