Eitt stig í part

Effodeildin, 2. umfar: HB – Víkingur 1-1


Undan dystinum høvdu vit kanska selt hann fyri ein javnleik, men vit kundu tað sama fari við øllum stigunum móti dystarenda. Hinvegin kundu vit eisini staðið eftir við ongum, so eitt stig í part var í ordan.




Í vikuni frættist, at gamli liðskiparin hjá okkum, Fróði Benjaminsen, hevði skrivað undir sáttmála við HB fyri hetta kappingarárið. Tað vóru tó teir somu 11, sum byrjaðu so væl í Runavík, sum byrjaðu aftur í dag, og aftur í dag gjørdu teir tað gott. Vit vóru betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan gestirnir vóru omaná í seinna.

Víkingarnir løgdu ikki so nógv fyri at byrja við, og okkara spældu bóltin væl og trygt millum sín og komu til fleiri góðar støður. Fyrstu góðu royndina hevði Ári Mohr Jónsson tá hann í 10. minutti smekkaði til nakað útifrá, men tíverri beint við síðuna av. Bara tveir minuttir seinni hava vit aftur ein góðan møguleika, men Ari Mohr Olsen og Geza bresta saman í royndini eftir bóltinum, og endin var, at Geza mátti berast av vøllinum. Víkingarnir hava tó málverjan á U21-landsliðnum, Elias Rasmussen, á beinkinum, so teir viknaðu sum so ikki av teirri útskiftingini.

Vit vóru framvegis væl og virðiliga omaná og komu til fleiri góðar royndir, men inn fór bólturin ikki. Í 23. minutti missa vit bóltin á miðjuni, og eitt, tvey trý, so stóð Filip í góðari støðu og skeyt móti málinum, men Teitur vardi væl. Nú fingu gestirnir yvirtakið eina løtu, men heldur ikki teir fingu hol á. Í 33. minutti fær Teit bóltin beint uttanfyri brotsteigin og skýtur væl móti málinum, men Elias bjargar væl til horna. Nú tóku vit yvir aftur og komu til fleiri góðar møguleikar. Í 45. minutti fær Jógvan Rói bóltin í høgru síðu. Hann fer móti horninum og ger tunnil á Víkingaverjuleikaran. Komin innum brotsteigin leggur hann bóltin útfrá til Christian, sum hegnisliga leggur hann yvir móti handara málhorni, har Rókur er klárur og setir bóltin trygt í málið til 1-0. Eitt sera flott mál og uppiborin hálvleiksleiðsla til okkum.

Gestirnir høvdu ikki verið so ágangandi í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var tað broytt. Nú trýstu teir okkara høgt og fingu eina rúgvu av hornaspørkum. Vit høvdu tó onkur góð mótálop, og serliga dagsins maður, Ari Mohr Olsen, kom til fleiri góðar møguleikar, tó uttan at mál spurdist burturúr. Víkingarnir koyrdu áhaldandi á, og í 79. minutti endar horna við, at Gert fær síðsta fótin á, og so var javnt. Løtu seinni raka gestirnir stongina hjá okkum, og beint aftaná hevur innskiftið Fróði gott skot beint við síðuna av málinum. Jógvan Rói hevði eisini onkra góða roynd, men fleiri mál komu ikki, og so máttu liðini lata sær lynda við eitt stig í part.

Samanumtikið var eitt stig í part eitt rættvíst úrslit. Vit vóru omaná í fyrra hálveiki, og gestirnir í seinna. Vit mistu taki á miðjuni í seinna hálvleiki, og tí sluppu Víkingarnir til ein hóp av vandamiklum innleggum. Tá vit so høvdu møguleikarnar í mótálopum, tóku vit ofta tær skeivu avgerðirnar, og so spurdist einki burturúr. Hinvegin er einki at taka seg aftur í, at vit kunnu vera nøgdir við avrikið móti FM-biðlunum, tó at tað sjálvandi altíð eru ting, sum vit kunnu gera betri. Jan og Albert hava fatur á rætta endanum, og leikararnir vísa góðan hugburð, so tað er bara at koyra á víðari. Næsti dystur er komandi sunnudag móti KÍ.


Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 2. umfar sunnudagin 13. mars 2015 kl. 15.00 í Gundadali



HB – Víkingur 1-1 (1-0)

1-0 Rókur av Fløtum Jespersen 45'
1-1 Gert Hansen 79’

Liðið: Teitur
M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Bartal
Wardum , Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen (Magnus Egilsson 62)
,
Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen
(Adrian Justinussen 80), Teit Jacobsen (Fróði Benjaminsen 62) og Ari Mohr Olsen 



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen og Jákup F. Hansen



Gult kort: Bartal Wardum, Tróndur Jensen og Adrian R. Justinussen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Tórmóður Stórá

Dagsins maður: Ari Mohr Olsen



Dómari: Lars Muller
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jan Hermansen
4. dómari: Rúni Olsen


Myndir: Rakul Hansen