Eik Street FM 2013

Leygardagin 24. august 2013 skipar Giza Hoyvík í samstarvi við FSF og EIK fyri EIK Street FM 2013 á økinum kring Tórsvøll.


Kappingin er býtt í aldursbólkarnar U8, U10, U12 og U14, og er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Trý tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki vinna heiðursmerki.

Liðini verða mannaði við málverja og fýra útileikarum. Harumframt er eisini møguleiki at hava skiftisleikarar við. Kostnaður fyri hvørt liðið er 200 krónur.

Tilmelding fer fram á telefon 73 74 25 ella andrass(kurla)epost.fo seinast hósdagin 21. august 2013.

Henda dagin verða eisini allar steypafinalurnar leiktar á Tórsvølli, og tí verður eisini stórt fótbólts-barnaland á økinum.

Har verður millum mangt annað møguleiki at luttaka í dribli-, skot- og jongleri kapping. Vinnarin fær møguleikan at vera maskottur til ein av landsdystinum í heyst.

Ókeypis verður
at royna seg í fótbóltslandinum.