Javnleikur í góðum grannagysara

Effodeildin: B36 - HB 3-3 (2-2)


Dagsins dystur í Gundadali endaði, sum hann byrjaði, við javnleiki. Eftir at Fróði hevði lagt okkum framum við tveimum málum, gloymdu vit at spæla víðari, og tí komu vertirnir inn í aftur dystin. Uppskriftin hjá B36 er einføld: langar bóltar fram til Lawal og so royna at detta, tá teir komu í passaliga støðu.


Vit komu annars nógv betur frá byrjanini, og við skjótum umstillingum og góðum smáspæli endaðu vit fleiri ferðir í góðum støðum. Fyrst sendi Christian Fróða avstað. Eirindaleyst lyfti hann bóltin uppum Tórð í B36-málinum til 1-0.

Hetta var, tá tíggju minuttir vóru leiktir. Bara níggju minuttir seinni sendi Jógvan Rói ein góðan bólt til Fróða, ið aftur royndi seg við snildum skoti, sum fór í málið.

Áðrenn hetta var Kristin komin í góða støðu, men við einari hondbóltsbjarging helt Tórður B36 inni í dystinum.

Í fimm minuttir rundanum hálva tíman komu vertirnir til fleiri góðar støður. Súni Olsen royndi seg tvær ferðir, meðan Gilli Sørensen og Adeshina Lawal eisini royndu seg til fánýtis.

Andrew, Fróði og Símun høvdu royndir á málið, og serliga møguleikin, ið Christian kom fram til, átti at sementera oddastøðu okkara. Vit megnaðu tó ikki at skora, og tað kostaði í hinum endanum.

Tveir minuttir fyri hálvleik sendi Róaldur Jakobsen eitt sera gott langskot avstað, og burturúr hálvgun ongum minkaði hann um munin. Í yvirtíðini hjá dómaranum javnaði B36.

Eitt fríspark, ið ikki skuldi verið, bleiv sent innfyri, og har var Adeshina Lawal fremstur og stútaði bóltin í málið. Kanska á góðari leið, men ikki serliga hugaligt.

Vit vóru nógv betri í seinna hálvleiki. Bólturin var ikki meira enn givin upp, so varð Símun leysur við Tórði, men tíverri fekk Símun ikki beint bóltin í málið.

Tá stórur tími var leiktur, var Símun aftur spældur leysur, men heldur ikki hesuferð megnaði hann at umseta risamøguleikan til mál. Andrew kom eisini í góða støðu, men tíverri fór lobbarin yvir málið.

Hørður Askham royndi seg við góðum skoti úr knøppum 40 metrum, men skotið fór framvið. Men B36 fekk lagt seg framum. Onkursvegna fingu vit ikki ruddað bóltin rættuliga burtur men spæla heldur bóltin beint til vertirnar. Súni Olsen takkar fyri og sendur bóltin flott í málið og B36 á sigurskós, hildu vit.

Vit vildu tó ikki leggja okkum, men vístu góðan vilja at koma afturí aftur. Tað gjørdu vit eisini, tá Christian R. Mouritsen tveir minuttir fyri leiklok fekk bóltin serveraðan á silvurfati. Hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í kassan.

Samanumtikið eitt úrslit, ið vertirnir helst eiga at verða glaðari fyri, meðan vit samstunds kunnu gleða okkum um, at vit megnaðu at koma afturí aftur. Vit áttu tó at havt sett alt uppá pláss fyri teirra triðja mál, men vóru ikki nóg skarpir.

Vit herja á víðari og gleðast um, at vit framvegis ikki hava tapt í ársins Effodeild. Næsta vikuskifti kemur AB á vitjan. Tað er so ein onnur uppgáva, ið vit mugu taka í sama álvara sum í dag.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin 10. Umfar: 2. hvítusunnudagin 20. mai 2013 kl. 15.00 í Gundadali


B36 – HB 3-3 (2-2)
1-0 Fróði Benjaminsen 10
2-0 Fróði Benjaminsen 19
2-1 Róaldur Jakobsen 43
2-2 Adeshina Lawal 45
2-3 Súni Olsen 83
3-3 Christian R. Mouritsen 88

Liðið:Hans Jørgensen - Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen 87), Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen (Bárður Olsen 81),Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 65)

Óbrúktir eykaleikarar:Teitur M. Gestsson og Tróndur Jensen
Á beinkinum:Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort:Heini Vatnsdal og Johan Troest Davidsen
Reytt kort: Johan Troest Davidsen
Dagsins maður:
Fróði Benjaminsen (hb.fo)
Dómari:Petur Reinert
Hjálpardómarar: Kristian Sofus Petersen og Thorvald J. Petersen
4. Dómari: Eiler Rasmussen


Myndir: Rakul Hansen