Dreingirnir fara í summarfrí

At tað grør um gangandi fót í Havnar Bóltfelag fáa vit staðfest hvønn dag í vikuni um farið verður ein túr í Gundadal. Hvønn dag eru flest allir leikvøllir í býnum stúgvandi fullir av yngri og eldri fólki ið spælur fótbólt.


Dreingjasíðan hevur kanska ikki fingið so nógva umtalu her á síðuni síðan kappingarbyrjan, men tað er ikki tí vit ikki eru væl umboðaði í øllum deildum. Vit mugu bara notera okkum, at venjararnir á kvinnusíðuni hava verið raskari at senda heimasíðuni tips og frágreiðingar frá ymiskum kappingum og dystum.

So, her ein bóltur sparkaður upp í luftina til venjarar og leikfólk annars á dreingjasíðuni at temja og spæla víðari.

Annars fara allir dreingir í summarfrí tá henda vikan er farin og helst verður byrjað aftur fyrst í august. Tó verða helst onkrar stuttligar os spennandi summarvenjingar á skránni.

U12 dreingir ið skulu til Danmarkar eru tó undantiknir summarfrítíðina og venja sum vanligt fram tit túrin.

Heimasíðan hitti høvðusungdóms- og klubbvenjara okkara, Milan Cimburovic, nú um dagarnar, og hann letur sum heild sera væl at gongdini higartil.

Serliga hugaligt er at vit hava tvey lið, U14 og U16 dreingir, við á stóra finaludegnum á Tórsvølli 23. og 24. august.

Milan biður okkum her á síðuni minnast til at takka foreldrum við stóran stuðul og lán av børnum. Uttan tykkara vælvild og hjálp høvdu vit ikki megnað at luttikið við so nógvum liðum í øllum kappingum. Eisini skulu vit bera eina stóra tøkk til venjarar, leikarar og hjálparfólk annars.

Serliga fegin er Milan eisini um at hóast lítið pláss og vánaligar umstøður, hava venjingarnar verið sera væl skipaðar og avgreiddar av øllum.

Hóast summarfrí er á skránni er spennandi fótbóltskúli á skránni í summar. 28. og 29. juni verður risa-stórur skúli á skránni í Havn har millum 250 og 300 luttakarar hava teknað seg higartil.

Ikki skortar heldur við hjálp, tí um 30 fólk hava tegnað seg til at hjálpa til. Vit skulu heilsa og siga, at um onkur hevur hug at taka eina hond í, er altíð pláss fyri tí. Vit gleða okkum til tveir fínar dagar saman við góðum fólki úr øllum landinum.

Annars skulu vit bara minna okkara ungu um at fylgja við á heimasíðuni nær byrjað verður aftur eftir summarfrí og um onkur summarvenjing verður á skránni.

At enda biður Milan Cimburovic okkum heilsa øllum og ynskja øllum eitt gott summar.

Niðast her á síðuni hava vit sett nakrar myndir ið Turið Láadal Sejersdóttir tók í samaband við dyst hjá U14 dreingjum móti Víkingi.


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir