Dreingirnir byrja aftur eftir summarsteðgin

Havnar Bóltfelag hevur tvey lið í steypafinaluni hjá dreingjunum og farið verður nú undir at venja fram ímóti tí og seinnu helvt av landskappingini. Tey fyrstu liðini byrja landskappinginga aftur longu 17. august.


Annars byrja liðini so smátt av venja aftur og vit byrja soleiðis:

U14 og U16r: Venja saman hvønn dag uttan mikudag kl. 16:30

U12: Byrja vanligu venjingina aftur týsdagin 6. august kl. 16:00

U11: Byrjaðu venjingina í seinastu viku og venja sum vanligt.

U10: Byrja vanliga venjing aftur týsdagin 13. august.

U8 og U6: Byrja vanligu venjingina aftur mikudagin 14. august.

Frá høvðusungdómsvenjara okkara, Milan Cimboruvic, skulu vit heilsa og siga, at teir dreingir, ið ikki fáa luttikið í vanligu venjingini, verða biðnir um at venja sjálvir og annars halda seg í gongd.

Annars verður ynskt øllum góða eyðnu við restini av landskappingini og sjálvandi bestu eyðnu við steypakappingini.