Bjarti gørt sáttmála við HB


Ungi og evnaríki málverji okkara, Bjarti Vitalis Mørk, hevur imponerað so mikið, at hann nú hevur fingið sáttmála við barndómsfelagið.




Bjarti, ið er 16 ára gamal, hevur rættiliga gjørt um seg í ár við dystum bæði fyri U18 og 1. deildarlið okkara.



Hóast sín unga aldur hevur hann eisini verið óbrúktur eykaleikari tríggjar ferðir higartil hjá Effoliðnum.



Vit fegnast um at hava fingið sáttmála við enn ein av okkara egnu evnaríku talentum og gleða okkum at fylgja honum í komandi tíð.