Bartal Wardum gjørt sáttmála við HB

Havnar Bóltfelag og blaðungi U16 miðvallarin, Bartal Wardum, hava gjørt avtalu, ið knýtir stórtalentið til felagið komandi árið.


Bartal Wardum sum í seinastu viku kundi halda sín 16 ára føðingardag, er ágrýtin miðvallari við sera góðum evnum. Ja, so góðum, at hann varð úttikin til hópin, ið leikti hálvfinalu móti sundalagsmonnum sunnudagin.

Hóast Bartal ikki kom inn í tí dystinum, so er hetta eitt greitt tekin um, hvat okkara venjaratoymi heldur um miðvallaran.

Bartal hevur annars verið sera avgerandi partur av einum góðum U14-18 hópi, ið heilt víst telur enn fleiri komandi 1. liðsleikarar næstu árini.

Nýggjasti maðurin í Effohópi okkara hevur eisini longu seks U-17 landsdystir á kontuni.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja hjartaliga til lukku við sáttmálanum, og vit gleða okkum at síggja unga mannin í komandi tíðum.