Argjamenn argaðu aftur

Effodeildin, 6. umfar: HB – AB 0-0


Tíverri er ikki so nógv at skriva heim um í dag. Gestirnir megnaðu at fáa okkum niður í innanduraleikferð, og hóast tíðardrálið var heilt eyðsýnt, sluppu argjamenn at halda á heilt fram til dystarenda.




Helst vóru vit vitni til ringasta dystin í ár. Vindurin órógvaði heilt nógv og serliga í seinna hálvleiki, tá vit høvdu vindin í ryggin, høvdu vit trupulelikar at fáa glið á.



Vit høvdu okkara møguleikar, men vit vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum. Christian, Rókur og Teit skutu, men inn vildi bólturin ikkit.



Gestirnir komu í onkra góða støðu, og eitt nú rann Sandri Færø seg í góða støðu, men úrslitið var helst ikki, sum hann ætlaði.



Vónin var, at undanvindurin í seinna hálvleiki skuldi hjálpa okkum til onkran góðan møguleika. Øssur varð skiftur inn fyri Ára.



Kanska blivu vit nakað meiri primitivir tað fyrstu løtuna eftir hetta, og fleiri høgir bóltar blivu sendir inn í brotsteigin.


Dagsins maður, Teit Jacobsen, rann seg í góða støðu og sendi eitt gott langskot móti málinum. Tíverri fyri okkum var Heðin Stenberg enn einaferð klárur og bjargaði væl.



Argjamenn royndu at lúra uppá snarálop, men einki hendi, og tí endaði grannauppgerðin, sum hon byrjaði.



Longu mikukvøldið kl. 18.00 herja vit á aftur, tá toftamenn koma á vitjan.



Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 6. umfar sunnudagin 17. apíl 2015 kl. 15.00 í Gundadali



HB – AB 0-0

Liðið:
Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Bartal Wardum , Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen (Tróndur Jensen 55), Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen 85), Rókur av Fløtum Jespersen, Teit Jacobsen og Ari Mohr Olsen (Øssur Dalbúð 46)



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen og Jákup F. Hansen



Gult kort: Pál Mohr Joensen og Rókur av Fløtum Jespersen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Teit Jacobsen



Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: -
4. dómari: -


Myndir: Rakul Hansen