Arbeiðsfólk til CL-dystin á Tórsvølli 23. juli

Annað enn spælarar skulu til, tá dystur er á Tórsvølli.


Vanligt er at síggja nógvar góðar fótbóltsmyndir, tá dystir eru, men í kvøld er fokus sett á fólkini, ið altíð eru á síðulinjuni, tá dystir eru.


HB hevur aftur í kvøld staðið fyri vaktum, innkrevjarum o.ø. í sambandi við dyst á Tórsvølli. Dagsins dystur var ímillum EB/Streym og Dinamo Tblisi. Hettar er ikki ein dystarfrásøgn, men nevnast kann, at Dinamo Tblisi vann dystin 3-1.

Tað eru nógvir postar, ið skulu mannast tá dystur er. Í kvøld hevur HB skaffað 39 fólk, harumframt eru fleiri fólk, ið HB ikki hevur skaffað. Niðanfyri eru nakrar myndir av okkara røsku starvsfólkum. Takk fyri, at tit altíð eru so fitt at hjálpa.



Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir