Andrew tekur yvir eftir Allan

Í sambandi við umrokeringar á venjarafrontinum verður eisini vaktarskifti hjá okkara næstbestu monnum.


Frá byrjanini av august tekur Andrew av Fløtum við sum venjari hjá 1. deild monnum. Hann avloysir Allan Dybczak, sum tekur við sum høvðusvenjari á kvinnusíðuni eftir Silva.

Orð eru fátøk, tá vit skulu lýsa Andrew, so tað lata vit vera við og kunnu bara staðfesta, at næstbesta manslið okkara er í allarbestu hondum.

Samstundis sum vit takka Allan fyri hansara íkast og tíð hjá monnunum, ynskja vit Andrew blíðan byr við uppgávuni.