Aldursforsetin vitjar Gundadal

Undan 9. umfari í Effodeildini: HB - TB

Fyrsti triðingurin av ársins Effodeild verður avgreiddur sunnudagin. Vit fáa vitjan av aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, TB.


Hóast nógv vatn er runnið í Havnará síðan dagarnar, tá HB og TB stríddust um, hvør skuldi verða ovast í føroyskum fótbólti, er ein serlig kensla yvir dagin, tá TB kemur til Havnar.

Kappingarbyrjanin hjá tvørámonnum var einki at reypa av við teimum stórum ósigrum móti KÍ og 07 Vestur. Men tá høvdu teir fingið nóg mikið, og síðan hevur pílurin peikað beint uppeftir. 

Eftir keðiliga tapið vesturi á Dungasandi hava dagsins gestir fingið stig í øllum dystunum, og helst eigur 1-0 sigurin á Víkingi í undanfarna umfari at kennast serliga góður.

Vit hava klárað okkum sera væl higartil og hava enn ikki tapt í ársins Effodeild og liggja tí í verandi løtu greitt á odda.

Øll vita tó, at trøini vaksa ikki inn í himmalin, og vit mugu ikki gloyma, hvar vit koma frá, og at vit mugu hava bæði bein væl plantaði á jørðini.

Gera vit tað, samstundis sum vit halda fram við góða og ágangandi álopsfótbólti okkara og binda væl fyri í verjupartinum, eiga vit eisini at klára okkum væl sunnudagin.

Vit gleða okkum almikið at fáa TB og allar teirra fjepparar á vitjan sunnudagin og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 9. umfari eru hesir:

1005 Víkingur - KÍ
1205 ÍF - NSÍ
1205 07 Vestur - AB
1205 EB/Streymur - B36
1205 HB - TB