Akkurát ov stuttar, enn einaferð

Kvinnur, steypafinalan: HB – KÍ 2-3

Heldur ikki í ár megnaðu vit at vinna okkum steypið. Akkurát sum seinast vóru okkara kvinnur akkurát ov stuttar.





Samanumtikið vóru gestirnir kanska eina tonn sterkari og stinnari enn vit. Men vit góðu teimum tó skarpan gang.





Evy á Lakjuni legði KÍ framum tá tjúgu minuttir vóru leiktir. Fyri uttan málið, endaði ein málroynd hjá teimum á tvørstongini.





Vit royndu okkum við longum sendingum fram til Milju, sum áhaldandi var ein hóttan hjá aldrandi miðverjuni hjá KÍ.





Stutt fyri hálvleik endaði ein tílík sending við, at Milja sleppur ígjøgnum og skorðar útjavnandi málið. Eitt frálíkt útgangsstøði at fara til hálvleiks við.





Greitt var tó, at KÍ kvinnurnar ikki vóru nøgdar við støðuna og frá byrjan av seinna hálvleiki løgdu tær okkum undir eitt eirindaleyst trýst.





Hetta gav úrslit tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Ein bóltur verður sendur inn í okkara brotsteig. Hervør Olsen sleppur at venda sær og sendur bóltin, helst umvegis eitt HB-bein, málverjan og í netið.





Hóast Liljan Jacobsen punkteraði dystin við sera góðum málið tá átjan minuttir vóru eftir, fullu okkara ikki í fátt.





Vit høvdu havt trupult við at fáa spælið at koyra, men enn einferð megðu vit at senda Milju avstað. Enn einferð er hon eirindaleys. Rekur frá øllum og sendur bóltin í máli.





Hetta málið fekk okkum at ressast við, men tíverri rakk tað ikki til meira. Vit mugu aftur taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.





Allar okkara kvinnur eiga rós fyri ikki at fella í fátt men at herja á tá harðast leikaði á. Eisini var stuttligt at síggja Heidi Sevdal aftur á vøllinum eftir barnsburðafarloyvi.


KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Kvinnur, Steypafinalan: leygardagin 3. september 2016 kl. 18.00 á Tórsvølli



HB – KÍ 2-3 (1-1)

0-1 Evy á Lakjuni 20’
1-1 Milja R. Simonsen 43’
1-2 Hervør Olsen 54’
1-3 Liljan Jacobsen 72’
2-3 Milja R. Simonsen 83’



Liðið:
Annika Dam – Sólrun Thomsen, Liljan av Fløtum Jespersen (liðsk.), Valgerð Andreasen, Marjun undir Kletti, Barbara á Dunga (Lea Hansen), Jóna Hentze, Lív F. Arge (Hildur Egilsdóttir), Ása á Reynatúgvu, Elin Maria Isaksen (Heidi Sevdal), Milja R. Simonsen



Óbrúktir eykaleikarar:
Poula Andreasen, Rebekka Benbakoura, Rannvá Mortensen og Silja á Borg Færø



Gult kort:
Liljan av Fløtum Petersen



Venjarar:
Ríkin N. Djurhuus og Alexandre da Silva Braga



Dómari:
Rani A. Skaalum
Hjálpardómarar: -