Akkurát fyri

Effodeildin, 23. umfar: NSÍ – HB 2-3


Hóast vit høvdu stýr á vertunum, bleiv tað dekan ov spennandi móti endanum. Men vit megnaðu at standa ímóti og vunnu, tá alt kom til alt, ein góðan og fult uppibornan sigur við Løkin í kvøld.




Veðrið var bara á heilt góðari leið, tá menn gjørdu seg klárar til dyst millum NSÍ og HB við Løkin í kvøld.

Men, men, men. Ljósviðurskiftini eru - akkurát sum flest alla staðni á leikvøllum í Føroyum - út av lagi vánalig. Seinasta korterið mátti ein satt at siga gita sær til, hvat hendi. Nú mugu avvarandi myndugleikar taka seg saman og seta feløgunum krøv til ábøtur, ella mugu dystirnir ikki ásetast um kvøldið so seint á árinum.



Annars løgdu liðini bragdliga fyri og komu fram til hampuliga støður. Vit vóru tó skarpari enn vertirnir, og longu tá tíggu minuttir vóru leiktir, var 1-0 til okkum.



Frálíki Daniel Johansen, sum í dag leikti á vinstra bakki, sendi eitt super gott innlegg innfyri, og inni undir málinum var dagsins maður, Sebastian Pingel, klárur og stútaði bóltin í netið.



NSÍ legði okkum undir stórt trýst restina av hálvleikinum. Samstundis gjørdu teir tó merkiliga nógvar feilir í uppspælinum. Hetta áttu vit heilt greitt at fingið meira burturúr.



Betuel Hansen kom til stórsta møguleikan fyri vertirnar, tá hann seks minuttir eftir okkara mál varð spældur leysur. Tíbetur fyri okkum fór skotið framvið málinum.



Vit komu í fleiri góðar støður, og eitt nú Adrian royndi seg nakrar ferðir við góðum skotum. Eisini Pingel royndi seg stutt fyri hálvleik, men skotið varð rættað av og endaði inni hjá Karstin Hansen í NSÍ-málinum.



NSÍ helt áfram at trýsta í seinna hálvleiki, men sum heild var lítið og einki høpi í teirra uppspæli. Alt ov nógvar langar sendingar í vón um at vengur ella framherji megnaðu at gera okkurt.



Hetta gav pláss í hinum endanum, og ein tílík støða endar við, at Daniel sendur enn ein innbjóðandi bólt inn í brotsteigin. Øssur tekur ímóti og hóast trongt er, megnar hann at venda sær og tess vegna blíva púra leysur. Ísakalt sendi hann bóltin í málið til 2-0. Hetta var, tá lítil tími var leiktur.



Tá stórt korter var eftir, upplivdu vit tað, fáur hevði væntað. Vit fáa eitt fríspark í góðari støðu beint uttanfyri brotsteigin væl í vinstra borði. Jógvan Rói ger ikki mætari enn at senda bóltin flott í máliðdygst við nærmasta trýkant. Super mál og fyrsta hjá honum síðan 2015.



Vit lógu nú og lúrdu eftir kontramøguleikum, og vertirnir blivu meira og meira ráðaleysir. Tíverri komu teir við í dystin aftur.

Sjey minuttir fyri leiklok kom Árni Frederiksberg í góða og innbjóðandi støðu, og við sera góðum langskoti sendi hann bóltin í handara málhorn uttan møguleika hjá Teiti at verja fyri.



Nú kom rættuligt lív í við Løkin, og NSÍ legði enn meira fyri. Hóast tungt trýst hendi einki fyrr enn djúpt inni í yvirtíðini.

Helst vóru vit longu farnir inn í umklæðingarhølið, tí ein bóltur, ið við helst eiga at fáa burtur av vandaleið, dettur niður fyri føturnar á Pætur Hentze, og so var støðan 2-3.



Tíbetur hendi ikki meira, og tá Lars Müller endiliga bríkslaði av, kundu vit loksins fegnast um ein góðan og fult uppiborðnan sigur við Løkin.



Frálíkt undirhald og góð upptakt til risadystin komandi sunnudag við Djúpumýrar, tá KÍ tekur í móti.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 23. umfar mikudagin 20. september 2017 kl. 18.00 við Løkin



NSÍ – HB 2-3 (0-1)

0-1 Sebastian Pingel 10’
0-2 Øssur Dalbúð 59’
0-3 Jógvan Rói Davidsen 68’
1-3 Árni Frederiksberg 83’
2-3 Pætur Hentze 92’



Gult kort:
Sebastian Pingel og Jákup Pauli Breckmann



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Daniel Johansen, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen (Símun Samuelsen 72), Rókur av Fløtum Jespersen (Hjalti K. Djurhuus 82), Tróndur Jensen, Heri H. Mohr, Sebastian Pingel (Jákup Pauli Breckmann 87) og Øssur Dalbúð



Óbrúktur eykaleikarar:
Bjarti V. Mørk, Hans Jákup Annfinsson og Ari Mohr Jónsson



Á beinkinum:
Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Sebastian Pingel



Dómari:
Lars Múller
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Jan Andreasen
4. dómari: Rúni Gaardbo